NEAFC hevur avgjørt at seta bann fyri veiðu eftir hýsu í altjóða sjógvi í Norðsjónum. Limalondini í NEAFC eru samd um hetta. Bara línufiskiskapurin fær loyvi at halda fram.
Limalondini stuðlaðu øll leiðsluni í NEAFC, tá hetta ógvusliga stig varð tikið og bannið er í samsvari við tilmæli frá ICES, sum er altjóða havgranskingarráðið. Avgerðin varð tikin á einum fundi í NEAFC í vikuskiftinum í London. Limalondini í NEAFC eru strandalondini í landnyrðingspartinum av Norðuratlantshavi, ES, Polen og Russland.
Kjartan Hoydal er skrivari í NEAFC.