Húsvillur prestur má bíða

Presturin í Glyvra prestagjaldi má brynja seg við toli, áðrenn hann kann flyta inn í nýggjan prestagarð, sum fylgir við embætinum. Málsøkið er danskt, og danir avgera, um og nær ein prestagarður skal byggjast í nýggja prestagjaldinum

Meinhard Bjartalíð, sum er prestur á Glyvrum, býr til leigu. Og soleiðis verður hann helst búgvandi eina tíð afturat, tí enn er eingin verulig loysn fingin á bústaðartrupulleikunum hjá prestinum í nýggjasta prestagjaldinum í landinum.

Danska kirkjumálaráðið tekur sær av bústaðarviðurskiftunum hjá føroysku prestunum. Talan er um danskt málsøki, og enn hevur Kirkjumálaráðið ikki tikið avgerð um at byggja ella keypa prestagarð í Glyvra prestagjaldi.

Og landsstýrið kann ikki fara inn í málið og byggja prestinum prestagarð. Tað sigur Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í kirkjumálum, í einum svari til Sámal Petur í Grund, løgtingsmann.

Sámal Petur í Grund vildi hava at vita, hvar málið um prestagarð á Glyvrum stendur nú, og um nøkur loysn er at hóma.

Hóast Torbjørn Jacobsen heldur, at málið er føroyskum myndugleikum fullkomiliga óviðkomandi, av tí at talan er um danskt málsøki, so hevur hann kortini roynt at greiða trupulleikan, og nógv samskifti hevur verið millum føroyskar og danskar embætismenn.


Gongd komin á

Torbjørn Jacobsen hevur millum annað havt fund við danska kirkjumálaráðharran, og hann heldur, at verulig gongd nú er komin á málið. Í løtuni viðgera Føroya Stiftsstjórn og Kirkjumálaráðið spurningin, og Torbjørn Jacobsen roknar við, at greiða er fingin á málinum í næstum. Og hendir tað ikki, so fer landsstýrismaðurin at taka spurningin uppaftur við nýggja kirkjumálaráðharran, Johannes Lebeck.

Landsstýrismaðurin hevur kortini ongar ætlanir um at fara uttanum Kirkjumálaráðið í hesum spurninginum, tí málið liggur ikki undir hansara málsræði.

Hóast fullveldi hevur verið nevnt sum orsøk til íkomnu støðuna, so roknar Torbjørn Jacobsen við, at eitt mál sum hetta eigur at kunna loysast, uttan at spurningurin um fullveldi verður drigin uppí.

- Hetta skuldi helst ligið somikið væl omanfyri dagliga polemikkin um stjórnarrættindi, at tað kann loysast uttan stórveis trupulleikar, sigur Torbjørn Jacobsen í svarinum.

Sambært tíðarætlanini í fullveldisætlanini hjá landsstýrinum, verða føroyskir prestar undir donskum málsræðið eina tíð afturat. Hóast arbeitt hevur verið í nógv ár við at yvirtaka fólkakirkjuna, so verður hetta neyvan eitt av fyrstu málunum, sum verða yvirtikin. Tíðarætlanin hjá landsstýrinum leggur upp til, at fólkakirkjan skal verða yvirtikin í seinasta lagi 1. januar í 2006.