Í gjár var nógvur, men tíbetur hendi ikki tað stóra av skaða.
Men seinnapartin varð hesin húsvognurin í Klaksvík tikin av vindi og endaði á liðini.
Í dag uml. 16 tíðin fór hesim kampingvognur um koll í Klaksvík.
Ongin fólkaskaði hendi, men eftir tí, vit hava fingið upplýst, høvdu fólk verið við húsvognin beint frammanundan.
Annars vóru húsfólk veðurføst aðrastaðni í landinum, so fólk uttanhýsisfólk kom til og fekk bjargað støðuni.
Annars var bert talan um smávegis skaðar. Fleiri tekjur vóru um at ríva, bingjur fóru í vindinum og hoyggjhús og úthús, sum vóru um at fara og onkur septiktangi, sum ikki var tryggjaður, fór eisini á rull.
Myndirnar hevur Birgir Waag Høgnesen tikið.