HÁTÍÐARHALD
Elin Maria Ó. Olsen
[email protected]
Tað byrjaði í Kollafjarða skúla, har hampuliga nógv fólk var komið saman, við at børn úr skúlanum sungu nøkur løg. Síðan helt Karin Hammer, skúlaleiðari, røðu. Hon legði út við at bjóða vælkomin. Hon er sera glað fyri nýggja og umbygda skúlan. Hon greiddi frá søguni hjá skúlanum. Hann var bygdur í 1970, men skjótt var funnið útav, at skúlin var ov lítil, so í 1980 var hann longdur, men enn einaferð var ov trongt, men øll royndu at hjálpast og fáa tað besta burtutúr støðuni. So í 1987 kom bræv um, at har skuldu koma betur umstøður, og tað byrjaði ár seinni.
Í 2001 vórðu Tórshavnar Kommuna og Kollafjarða Kommuna lagdar saman. So vardi ikki leingi – og umbyggingin byrjaði. Í dag kenna vit úrslitið, og endiliga er skúlin nóg stórur. Enn vantar m. a. mathøli, men vónandi fer tað eisini at koma.
Í summar verður fyrstu ferð níggjundi flokkur sleppur upp í fráfaringarroynd fólkaskúlans her í Kollafjarða Skúla.
Hon segði eisini at tey fara at menna skúlan.
Tá røðan var liðug, sungu børnini ein sang afturat. Síðan helt Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í ment-amálanevndini, talu.
Hon ynskti kollfirðingum tillukku við nýggja skúlanum. Hon fegnaðist um skúlan eftir alt hetta baksið, ið var við at fáa hann lidnan.
Hon heldur, at skúlin er ikki at kenna aftur. Har er stórur dentur lagdur á umstøðurnar. Nú er framhaldsdeild á skúlanum, so tað er óneyðugt hjá kollfirðingum at fara til Havnar í skúla. Nýggja høllin í skúlanum gevur eisini skúlanum fleiri møguleikar. Skúlin er ein stór íløga í framtíðina, og tí mugu vit leggja stóra arbeiðsmegi og fíggjarorku innan fyri skúlaøkið.
Hon kendi eina stóra gleði, at síggja betru korini hjá skúlanum. Tað er bæði ljóst og hugnaligt nú, og treytin til klókskap er umstøðurnar, og tað eru nógv betur umstøður nú, skúlin er farin frá at vera 1600 fermetrar til 2600 fermetrar. Hann er nú næstan 60 % størri.
Síðan endaði hon røðuna við at siga góða eydnu og Guðs signing framyvir.
Eftir tað, helt Jógvan á Lakjuni, Landsstýrismaður í mentamálaráum, røðu.
Hann byrjaði við at ynskja tillukku við nýggja skúlanum og takka fyri barnasagin. Hann segði at mentamálaráðið fegnast um at síggja so góðar umstøður at læra í. Tey leggja meira dent á listarligu lærugreinirnar. Eisini eru nógv betri umstøður til lívfrøði og alis og evnafrøði.
Eisini er tikin hædd fyri rørslutarnaðum. Tað, ið verður gjørt nú kann mennast seinni.
Hann heldur, at skúlin er eitt grundarlag á framtíðina, so góðar umstøður mugu vera. Tað er eisini gott hjá lærarunum at fáa avbjóðingar. Nú verður tónleikurin eisini nógv mentur, og tað er sera gott.
Her kann lærast at taka avgerðir og at hava ábyrgd. Her er fjálgt læruumhvørvi og gott samstarv millum skúla og heim.
Síðan segði hann enn einaferð tillukku og endaði við at handa eina gávu frá mentamálaránum. Tað var eitt listaverk av eini slupp, ið skuldi ímynda gomlu mentanina.
Síðan handaði Heðin Mortensen, eina gávu til skúlan frá Tórshavnar Kommunu. Tað vóru nakrir málningar, ið ímyndaðu havsins djór í forstørraðum skapum. Tað er Astrid Andreassen, ið hevur málað málningarnar.
Síðan var kaffimunnur og køka.
Eftir tað, var farið niðan í nýggja læknahølið, har Katrin Dahl Jacobsen, forkvinna í sosialu nevnd, helt røðu.
Hon byrjaði við at bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin at síggja tey nýggju læknahølini vegna Tórshavnar býráð.
Hon greiddi frá, at triðja februar fer at vera 3 ár síðan fyrireikingarnar av læknahølinum vóru byrjaðar. Bygningurin var liðugur um mánaðarskiftið august/september í fjør, síðan var at bíða eftir innbúgvi og læknaútgerð.
Hon segði at bygningurin er 177 fermetrar til støddar, og afturat læknahølinum er eisini eitt rúm til heimasjúkrasystrarnar.
Hon heldur, at tað besta við læknahølinum er, at komuviðurskiftini hjá rørslutarnaðum eru blivin betur, tí tað hevur tikið langa tíð at sannføra almennar myndugleikar um at í dag má vera krav, at vit øll hava javnrættindi.
Hon endaði røðu sína við at takka øllum teimum, sum hava hjálpt til við byggingini. Hon vónar at læknarnir og alt viðskiftafólkið, sum fer at vera her, fer at dáma væl her.
So var farið niðan í ítróttarhøllina.
Fyrst sang og spældi Jens Marni Hansen nøkur løg. Síðan helt Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, røðu.
Síðan sang Jens Marni Hansen eitt lag afturat, áðrenn Vagnur Johannesen, hallarumboð, helt røðu.
Hann byrjaði við at ynskja tillukku.
Hann segði at hetta var eitt gamali ynski, sum nú var vorðið verðuleiki.
Áðrenn kommunurnar løgdu saman var farið undir at gera eitt øki til høllina. Síðan var ein fundur fyri nøkur feløg, sum so blivu stuðlar. So var ein nevnd av fólki úr Tórshavn og Kollafirði funnin.
Hallarstuðlarnar stóðu fyri arbeiðnum av høllini. Tað var farið undir at byggja á sumri ár 2004, og høllin stóð reist í oktober sama árið. So var farið undir at leggja gólv og tílíkt.
Her hava nógvar góðar løtur verið, og nógv góð vinarbond eru knýtt her segði hann.
Uttan hendan sjálvboðna stuðulin, stóð eingin høll her í dag. Og úrslitið, ið kom, var ein stór, flott høll. Hann heitti eisini á fólk, um at fara væl við henni.
Tá tann talan var liðug, skuldi Jákup Dam, formaður í KÍF, halda røðu.
Hann nýtti fyrra partin av síni røðu at greiða frá søguni hjá KÍF.
KÍF var stovnað í ár 1942 og blívur sostatt 65 ár nú.
Teir, ið stovnaðu KÍF, fóru til verka beinan vegin. Teir byrjaðu við at skriva eitt bræv til Tingið, har tað stóð, at teir høvdu stovnað eitt nýtt ítróttarfelag, og teir høvdu trupulleikar, av tí, at teir onga høll høvdu, men fyrst ynsktu teir sær leikvøll, hóskandi til bóltspøl. So fingu teir ein vøll, men tá skúlin var bygdur í ár 1970, og hondbólturin var fluttur niðan har.
So var farið frá summarítrótti til vetrarítrótt, og KÍF hevði ongan heimavøll. Men hóast truplu umstøðurnar, kláraðu tey tað væl.
Tað var torført at halda lív í ítróttinum vegna vánaligar umstøður, men framtíðin sær hjartalig út nú.
Tað er ynskiligt at nýggja høllin umframt at vera ítróttarhøll eisini verður eitt samlingsstað fyri kollfirðingar.
Hann heldur, at hetta er ein góð og snotulig høll, og nú hevur KÍF góðar umstøður.
Síðan var kaffi og køka, og til endans, var steypadystur í hondbólti millum KÍF og Kyndil.