Hátíðarhald á Argjahamri

Alment hátíðarhald verður í Skúlanum á Argjahamri leygardagin 10. september kl. 15. Øll eru vælkomin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, síðan verður felagssangur. Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini, heldur røðu, tað sama gera Marjun Holm, skúlastjóri, Mai L. Simonsen, umboð fyri skúlastýrið, Ann Hansen, leiðari í frítíðarskúlanum og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna. Ímillum røðurnar verða ymsar tónleikaframførslur.

Aftaná røðurnar verður eitt nýtt tónleikaverk, sum er skrivað til skúlan, framført. Hetta er eitt verk í fýra satsum til Skúlan á Argjahamri, sum Sigmund Poulsen hevur skrivað orð til, meðan Pauli í Sandagerði hevur gjørt tónleikin.

Aftaná fara lærarar og næmingar vísa fram ymsu stovurnar og svara spurningum. Bjóðað verður kaffi og køkur og skúlin verður opin til kl. 18

Fakta um skúlan

á Argjahamri??MAP arkitektar hava teknað skúlan á Argjahamri. Høvuðsarbeiðstøkuna hevur p/f Articon havt.??Hugskotið við bygninginum er “hamarin, fláirnar og løgini”. Løgini kunnu verða tað jarðfrøðiliga, hæddirnar, brúkið ella vitanin. Í miðjuni gongur gjógvin ígjøgnum løgini, sum kann ímynda læring, floksstig og undirvísingarpartar. Gjógvin sker seg gjøgnum løgini og avdúkar og eggjar til at nema sær kunnleika í yvirførdum týdningi.

Gjøgnum gjónna gongur høvuðstrappan, sum eisini er ímynd av tí stigvísu læringini. Tá ið tú ert komin niðan á, ber eisini til at skoða inn yvir býin og út í heim. Útsýnið yvir Havnina og norðureftir er ómetaliga stórbært.??Á heysti 2006 samtykti mentamálanevndin at nýggjur skúli skuldi byggjast á Hamrinum á Argjum. Býráðið samtykti einmælt ætlanina og valdi bygginevnd og samskipara. Arbeiðið var skipað sum partalag og valdir vóru stýris- og verkætlanarbólkar. Brúkarasamskifti hevur verið við skúlaleiðsluna, lærarar og umboð fyri frítíðarskúlan.

Skúlin er bygdur eftir galdandi krøvum og er sera orkusparandi. Nógv er gjørt fyri at ljóð- og ljósviðurskiftini eru í lagi, soleiðis at øll kunnu trívast væl í skúlanum. Samvirkandi talvur og tráðleyst netsamband er eisini ein partur av framkomnu tøknini. ?

Skjótt arbeiði

?Borgarstjórin, Heðin Mortensen, setti hakan í 22.05.2008 og jørðarbeiðið varð gjørt. Býráðsval var um heystið 2008 og 18. mai 2009 byrjaði sjálvt byggiarbeiðið. Skúlin var avhandaður 14. juli 2011.

Skúlin er skipaður í grunddeild, miðdeild og hádeild. Hann er bygdur til næmingar frá 1. til 9. flokk, og hevur frítíðarskúla. Tilsamans koma umleið 450 næmingar og umleið 50 starvsfólk at hava sína dagligu gongd á skúlanum. Víddin á skúlanum er 7.100 m2 og alt økið er 20.000 m2.??Stórbæra listprýðingin av skúlanum er gjørd av listakvinnuni Astri Luihn. Hon varð av listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu vald millum 24 listafólk, sum gjørdu uppskot at listprýða skúlan.