Hátíðarhalda 200 ára hald í Sandvík

Nógv fólk hevur verið í Sandvík hetta vikuskiftið

Í ár eru 200 ár síðani, at tað kann skjalfestast, at fólk búsettust aftur í Sandvík, sum bygdin tá nevndist, eftir at bygdin hevði ligið óbygd í fleiri hundrað ár.

 

Tað vita tey, tí tað var tann 29. juli í 1816, at Johan Hendrik Joen-Petersen, Hendrikkur, varð føddur á Hvalgjógv í Sandvík.

 

Og hetta vikuskiftið hátíðarhildu tey dagin í Sandvík, har rættiliga nógv fólk var samankomið til framsýningar av myndum og skjølum, sum høvdu samband við Sandvík, søgubrot, hugleiðingar, tónleik og hugnaløtu í bygdarhúsinum.

 

Í hesum sambandi varð eisini eitt sindur gjørt burtur úr, at stig nú eru tikin til at varðveita gamla tíggjumannafarið, Norðlýsið, sum varð smíðað í Vági í 1893, til sandvíkingar, og sum í nógv ár varð brúkt til at rógva út við, til grindabát, til at rógva eftir lækna og ljósmóður við o.s.fr. Tað er hann, sum er á nøkrum av myndunum.

 

Hann var eitt sindur størri enn vanlig tíggjumannafør, so sandvíkingar settu eina røð í hann afturat, og Norðlýsið varð eisini brúkt til kappróður í teimum døgum, tá ið eisini seksæringar róðu kapp.

 

Nú hevur hann staðið í einum neysti í fleiri áratíggjur, men hann er í merkiliga góðum standi og nú er hann so tikin í eitt størri neyst til umvælingar við varðveitslu fyri eyga.

 

Niðarfyri eru fleiri myndir frá hátíðarhaldinum.