Hátíðarhalda tvey hundrað ára dagin

Rundur føðingardagur verður hildin á Syðradali í dag

Alla vikuna hava tey bíðað spent fyri at vita, hvussu dagurin fór at taka seg upp. Veðurvánirnar vóru ikki so góðar fyrst í vikuni.

Nú er dagurin runnin úr havsbrúnni, sum tey á Syðradali hava ásett at hátíðarhalda og minnast, at tað eru tvey hundrað ár síðani, at tað varð flutt av Blankskála og til Syðradals.

Hennibeth Kalsø hevur tikið hesa myndina á Syðradali í morgun, og tað er sjón fyri søgn. Veðrið er av tí fagrasta.

 

Tað er nógv fólk á Syðradali og í Kalsoy, og tað verður roknað við nógvum fólki í dag, nú veðrið er so gott, og ferðasamband er allan dagin.

Tað búgva seks fólk fast á Syðradali, men tey eru fleiri, sum eiga hús í bygdini, og fram ímóti føðingardegnum hevur virksemið verið stórt, og hús og hjallar og neyst og úthús og bygdin sum heild er snollað upp.

Lagt verður fyri við, at Húsa kommuna bjóðar morgunmat, og so eru framsýningar, hagatúrar, gongutúrur í bygdini, kvøldseta og so mangt annað á skránni henda fagnaðardagin, nú tey á Syðradali hátíðarhalda tvey hundrað ára føðingardagin hjá bygdini.