Hátíðarkonsert á Skipasmiðjuni

Leygardagin 17. mars klokkan 17 hevur Tórshavnar Manskór hátíðarkonsert í framsýningarhøllini á Tórshavnar Skipasmiðju.

Konsertin er í sambandi við, at kórið nú hevur 25 ár á baki.

Í dag er Tórshavnar Manskór størri enn nakrantíð og tað er harafturat sera væl fyri, siga tey.

Á konsertini verður eitt úrval av heimligum og útlendskum verkum at hoyra. Solistar verða Petur Niclasen, Tór Verland Johansen og Fróði Sandoy.

Bjarni Restorff hevur verið kórleiðari øll hesi 25 árini.

Hetta er fyrstu ferð, at konsert er í framsýningarhøllini á Skipasmiðjuni, sum upprunaliga vóru ætlað til skipasmíð.

Annars eru stórar ætlanir eru á skránni hetta merkisárið. Umframt framførslur kring landið, fer kórið til Sankta Pætursborg og haðani til eina Norðurlendska/Baltiska Manskórstevnu, sum verður í Tartu í Estlandi hálvan juni.

Kórið, ið fer avstað, telur fimmti mans í øllum aldrum, frá 19 til 78 ár.