Umhvørvisbólkurin í Leirvíkar kommunu hevði lagt dagin til rættis. Á skránni var nógvur sangur og tónleikur m.a. sang frálíka genturkórið í Leirvík nakrar sangir. Sum eitt serligt tiltak varð skipað fyri, at allir næmingarnir í komandi 1. flokki í Leirvíkar skúla sluppu at gróðurseta hvør sítt træ saman við foreldrum sínum. Tað tað var liðugt, hevði bygdarfólkið høvi til at fáa ein plantupakka við ymskum trøum í.
Bygdarráðsformaðurin Sjúrður Eliasen segði eisini nøkur orð. Hann nevndi m. a. at tiltakið í viðarlundini var serliga ætlað at gera fólk varug við henda blettin í náttúru okkara.
- Eg minnist henda blettin, sum nú er okkara viðarlund, sum eitt vanligt gerði, eins og øll onnur gerðir, her í bygdini.Hetta var í mínum uppvøkstri gerðið hjá teimum úti á Bø, Oliviu og John. Kúgvin var týdningarmikil í mínum uppvøkstri, og her kundi tú um summrarnar síggja tey úti á Bø knossast við hoyggið. Tíðir broytast. Kúgvin er ikki longur í hvørjum kjallara í bygdini. Traðirnar fóru smátt um smátt at verða brúktar til annað enn tað at fáa kúnna undan við. Olivia og John valdu hetta, og nú er viðarlundin her. Øll vita vit, at tað er eitt megnar arbeiði tey bæði við sínum hava lagt í viðarlundina, sum vit øll nú kunnu frøast um. Tey hava gjørt eitt megnar slóðbrótandi arbeiði, og tøkk fái tit fyri tað.
Serligur gestarøðari henda dagin var Tróndur Leivsson, skógfúti. Hann greiddi frá, at tað at planta trø í Føroyum er fyrndargamalt. Í fleiri útgrevstrum eru funnin dømi um, at trø hava verið plantað í Føroyum í gamlari tíð, so at siga, at træplanting ikki ber til her á landi er ikki rætt. Tróndur nevndi eisini, at tað, at bygdir eru vorðnar vetrarfriðaðar fyri seyð, hevur gjørt træplanting hópin lættari.
Ein serlig heiðursgáva frá Leirvíkar kommunu varð handað Oliviu Joensen. Tað var Tórhild Bjarkhamar, bygdarráðslimur og formaður í umhvørvisbólkinum hjá Leirvíkar kommunu, sum handaði gávuna. Gávan er ein skál úr ahornviði, sum Ole Jacob Nielsen, listamaður, hevur dreygað. Tórhild segði m.a.:
- Tolin trívst og treiskur vinnur, sigur eitt gamalt orð. Hetta mugu vit øll sanna, nú vit í dag eru savnað her í Limmilundini til hátíðarhalds. Høvdu tygum, saman við manni tygara, ikki verið so íðin og trúføst í tygara arbeiði at gróðurseta hesa viðarlund, so høvdu vit, sum í hesi bygd búgva, ikki kunna latið eygað skoðað og sinnið glettst um ta sjón, ið møtir okkumm, tá vit leita okkum niðan á Brekkur. Tað, sum tygum her hava framt, fer at standa sum eitt prýðiligt stórverk. Henda viðarlund fer at verða uppvaksandi ættarliðnum eitt fyridømi um, at við kærleika og nærlagni til náttúruna kunnu tey útinna nógv, sum er til gleðis og gagns fyri mong menniskju.. Hjartans tøkk, Olivia.
Væleydnaða løtan í Limmilundini endaði við, at tað nógva fólkið, sum var komið saman, setti seg at eta matpakka, meðan tey nutu tað vælsignaða góðveðrið.
rb