Eg havi útbúgving – frá einum útlendskum universiteti!
Og ongastaðni er hon so nógv verd sum í Føroyum!
Tað legði eg til merkis, tá ið eg kom heim at arbeiða fyri nøkrum árum síðani. At hava eina útbúgving í Føroyum letur nógv fleiri dyr upp, enn hon ger her í Stockholm, her nógv – ja, næstan tey flestu – hava eina universitetsútbúgving.
Eg haldi, at tað er sunt og gott, at ein útbúgving er nógv vird. Men samstundis kann eg ikki lata vera við at hugsa um, at tað kanska eru undirlutakenslur mótvegis teimum, sum hava verið uttanlanda og lisið, ið liggja aftan fyri hesa virðing í Føroyum.
Tí eitt skulu tit, sum ”bara” hava gingið í fólkaskúla ella á student vita: Vit, sum hava nomið okkum útbúgving á universiteti, duga ikki at arbeiða fyrrenn vit sita á reyvini og arbeiða. Universitetið lærir okkum eina rúgvu av teori, men sera sjáldan er høvið at praktisera tað, vit hava lært okkum. Tað gera vit, tá vit koma út í arbeiðslívið í Føroyum ella uttanlands.
Eg minnist einaferð, eg hevði skrivað eina grein í Sosialinum, og ein kvinna ringði í øðini og skeldaði meg fyri at hava lagt henni orð í munnin. Eg bað sjálvandi um orsakað, men hon helt áfram at geyla um, hvussu vánalig og óútbúgvin blaðfólk á Sosialinum vóru. Eg bleiv eitt sinður ørg og segði, at eg hevði yvir 10 ára royndir og eina útbúgving sum blaðkvinna! Tá tagnaði hon við eitt og bað næstan um fyrigeving fyri, at hon hevði ringt!
Eg minnist hesa samrøðu væl, tí eg bleiv so illa við av hennara reaktión. Sjálvandi kunnu vit við útbúgving eisini gera feil – meir enn so!
Við hesum vil eg sjálvandi ikki siga, at man ikki skal lesa og fáa sær eina útbúgving, men eg veit bara, at eg bleiv ikki blaðkvinna við at ganga trý ár á universitetinum – tað bleiv eg, tá eg kom út í arbeiðslívið og gjørdi eina rúgvu av feilum, sum royndir starvsfelagar rættaðu uppá og sum vónandi eru blivnir færrri ;-)