Næstu ferð tað fer at kava, kann tað væl henda, at alt landið verður lagt lamið.
Tí tá er tað ikki vist, at nakrir vegir fara at verða grivnir, og tað kann skjótt fara at leggja alla bilaferðsluna lamna.
Orsøkin til tað er, at ósemja hevur tikið seg upp ímillum Landsverkfrøðingin og Føroya arbeiðarafelag um lønina hjá teimum, sum rudda kava.
Og nú hóttir Føroya Arbeiðarafelag við at blokera alla kavaruddingina.
Tað vil siga, at næstu ferð, tað fer at kava, er tað ikki vist, at vegirnir grivnir og tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri alla ferðslu á landi í Føroyum.
Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag upplýsti formaðurin, Ingeborg Vinther, at tað er nakað síðani, at hendan ósemjan tók seg upp.
? Málið tók seg upp tá ið vit fingu at vita, at Landsverkfrøðingurin hevði sent Havnar Arbeiðsmannafelag eitt uppskot um, hvussu tilkallivaktirnar skuldu vera fyri arbeiðsmenn um alt landið, tvs, eisini fyri limirnar í Føroya Arbeiðarafelag.
? Vit tóku upp fund við Landsverkfrøðingin har vit átalaðu, at stovnurin hevði sent Havnar Arbeiðsmannafelag eitt uppskot um, hvussu tilkallivaktir hjá limunum í Føroya Arbeiðarafelag skuldi lønast, uttan at siga okkum frá, segði Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at Landsverkfrøðingurin er sinnaður at betala monnunum løn fyri tilkallivakt frá klokkan fimm til klokkan átta um morgunin.
Men hann vil ikki uttan víðari gjalda tilkallivaktfyri at hava menninar tøkar um kvøldið um kvøldið.
Lønin fyri tilkallivakt er 14 krónur um tíman gerandisdegar. Hinvegin eru viðurskiftini viðvíkjandi tilkallivakt um vikuskiftið eru fingin í rættlag.
Men verða menninir boðsendir til arbeiðis, fáa teir løn eftir sáttmálanum og tá fellur 14 krónurs-gjaldið fyri tilkallivaktina burtur, tí hetta gjaldið er bara fyri at vera tøkur.
Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hevur kravt, at menninir fáa løn fyri tilkallivakt frá klokkan fimm til klokkan átta um morgunin og frá klokkan fimm um kvøldið, tá ið veðrið talar fyri tí.
Men fyribils hevur Landsverkfrøðingurin ikki viljað góðtikið tað.
Ingeborg Vinther sigur, at fæst hetta ikki í rættlag heilt skjótt, verður avleiðingin, at Føroya Arbeiðarafelag fer at kalla allar menninar, sum grivið kava til fundar.
Og har fer at verða avgjørt, at teir fara ikki aftur at grava kava, fyrrenn stovnurin er sinnaður at betala ta løn, sum tilkallivaktirnar, sum hann eigur
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur fingið hesi boðini, men enn eru viðurskiftini ikki fingin í rættlag.
Eitt nýtt útspæl er komið frá landsverkfrøðinginum, men tað er ikki endaliga viðgjørt í Føroya Arbeiðarafelag enn.
Men Ingebortg Vinther leggur dent á, at tí er tolið við at verða uppi.