Hótta við at rýma

Miðflokkurin umhugsar av álvara at taka seg úr arbeiðnum í nevndini, sum skal virka fyri størri kvinnuleikluti í politikki


Hetta liggur so langt frá okkum, at alt bendir á, at vit verða ikki við meir.
Jenis av Rana sigur, at hendir tað, at Miðflokkurin ein av næstu døgunum tekur seg úr nevndini, sum skal arbeiða fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, skal tað ikki undra nakran.
Tað er Hjørdis Háberg Petersen, sum umboðar Miðflokkin í nevndini og ein av næstu døgunum, verður gjørt av um hon fer úr Demokratia, sum nevndin eitur.
Formaðurin í Miðflokkinum sigur orsøkin til at Miðflokkurin umhugsar støðu sína í Demokratia, er tí, at nevndin er við í einum tiltaki altjóða kvinnudegnum, har ætlanin er at velja ársins kvinnu.
Har eru tvey uppskoti fyri teirra arbeiðið at fáa kynsligan samleika við í 266 b í revsilógina.
- Tiltakið sum so leggja vit okkum ikki út í, men vit vilja undir ongum umstøðum vera við til at kjósa ársins “grein 266 b drotning”, sum tjóðveldismaðurin Tórbjørn Jacobsen so beinrakið kallaði tað í tinginum nú ein dagin.       
- Eitt er at stuðla einum slíkum tiltaki. Men tað er ódámligt, at almennir pengar verða fluttir Kvinnu til at fyriskipa ein tiltak, har ein partur er so langt burtur frá Miðfloksins politikki sum yvirhøvur hugsar kann.
 
Velja ongan aftur
Demokratia nevndin er vald eftir eini Løgtingslóg, at hvør flokkur hevur sítt umboð í nevndini. Tí er tað ein spurningur um tað ber til hjá einum einstøkum flokki at taka seg aftur.
- Vit skulu tosa við okkara umboð í nevndini, so fáa vit at síggja. Men nógv talar fyri, at hon fer at taka seg úr nevndini.
- Og vit kundu ikki funnið upp á at valt eitt annað umboð fyri Miðflokkin, sigur Jenis av Rana.
Við Útvarpið í gjárkvøldið segði Hjørdis Háberg Petersen, at hon umhugsaði støðuna, tí at velja eina ársins kvinnu, sum hevur verið við til at fáa kynsligan samleika við í grein 266 b, kann Miðflokkurin undir ongum umstøðum góðtaka.
Men hon vísti samstundis á, at Demokratia hevur ikki verið við til at leggja uppskot inn til ársins kvinnu.
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, heldur, at tað hevði verið ótrúliga spell, skuldi tað hent, at Miðflokkurin tekur sítt umboð úr nevndini, tí partapolitikkur og politisk stríðsmál verða ikki viðgjørd í nevndini. Hon heldur eisini, at nevndararbeiðið hevur gingið væl og tey hava verið samd um tey tiltøk, tey hava sett í verk. Tí heldur hon, at tað hevði verið harmiligt, skal eitt tiltak, sum nevndin onki hevur við at gera, seta fót fyri nevndararbeiðnum.