Indiska fregnartænastan hevur fingið ábendingar um, at yvirgangsmenn ætla at søkja at trimum flogvallum í landinum Myndugleikarnir í India hava hert vaktarhaldið á trimum flogvallum í landinum, tí fregnartænastan hevur fingið ábendingar um, at yvirgangsmenn ætla at søkja at flogvallunum.
Løgreglan hevur sett vegabyrgingar upp rundan um altjóða flogvallirnar í New Dehli, Chennai og Bangalore. Tíðindastovurnar skriva, at løgreglan kannar bilar, sum koma til flogvallirnar, og at viðførið hjá ferðafólki verður kannað sera gjølla.
Sambært bretska kringvarpinum BBC hevur felagsskapurin Deccan Mujahideen hótt við at sækja at flogvallunum. Tað var hesin felagsskapurin, sum átók sær ábyrgdina av atsóknunum í Mumbai í síðstu viku.