Ein mainátt í fjør royndist einum bilførara óhugnalig, tá ein maður knappliga skrykti hurðina upp og krevdi at fáa bilin, samstundis sum hann hótti føraran eftir lívinum
Føroya Rættur viðgjørdi í dag eitt mál móti einum 26 ára gomlum manni, sum hevði hótt ein bilførara eftir lívinum.
Maðurin, sum starvast í SMS var á nátt farin á arbeiðspláss sítt, tá hann sá ein mann koma rennandi. Hugsandi, at hetta var ein starvsfelagi steðgaði hann bilinum, men tá maðurin kom yvir til bilin skrykti hann hurðina upp, og kravdi at fáa bilin, alt meðan hann rópti og hótti við at drepa og stinga mannin í bilinum.
Hetta helt á í einar 20-30 minuttir, til maðurin í bilinum at enda fekk sannført óða mannin um, at flutti hann seg, so hann slapp úr bilinum, skuldi hann fáa lyklarnar.
Bilførarin rann tó avstað, tá hann slapp úr bilinum, og óði maðurin aftan á. Teir steðgaðu uppi við høvuðsinngongdina á SMS, har óði maðurin bæði sló og sparkaði eftir bilføraranum, sum tó kláraði at halda seg undan.
Bilførarin hevði klárað at varðskógva vaktina í SMS, og hesin ringdi eftir løgregluni, sum stutt eftir var á staðnum. Tá tók óði maðurin til rýmingar við løgreglumanni í hølunum. Hann vað stutt eftir handtikin.
Tvey vitnir vórðu avhoyrd í rættinum í dag, órættaði bilførarin og vaktin í SMS. Men hin ákærdi møtti ikki, og tí má málið takast upp aftur seinni. Nær hetta verður er enn ógreitt, tí hvørki ákæri ella verji dugdu at siga, hvar maðurin var og hvussu fatur fekst á honum.