Ein 39 ára gamal útlendingur varð í Føroya rætti fyri løtu síðan varðhaldsfongslaður í 14 dagar.
Maðurin er skuldsettur fyri hóttanir í tveimum førum og fyri fimm ferðir at hava brotið polititilhaldið, hann fekk í januar móti eini kvinnu í Føroyum.
Maðurin noktaði seg sekan og kærdi eisini varðhaldsfongslingina á staðnum.
Fyrsta skuldsetingin var, at hann skuldi hava hótt ein bussførara á leið 400 við lívinum. Tað passaði ikki, segði maðurin, sum segði seg bara hava verið illan um at verða tveittur av bussinum, við tað at hann ikki kundi gjalda við útlendskum gjaldoyra.
Seinasta leygarkvøld varð hann meldaður fyri at hava tikið í bringuna á einum manni og hótt hann inni á einum vertshúsi í Havn. Tað passaði heldur ikki, segði tann skuldsetti. Hann hevði tikið í hondina á gestinum og lagt hann undir at vera atvoldin til tað, um landið fór av knóranum.
Hann hevði polititilhald ímóti eini kvinnu, og hann er skuldsettur fyri fimm ferðir at hava sent henni teldubrøv.
Heldur ikki tað var satt, segði maðurin.
Rætturin helt grundarlag verða fyri, at hald var í skuldsetingunum um, at maðurin var sekur, og fyri at tryggja, at maðurin ikki rýmdi av landinum, varð hann varðhaldsfongslaður í 14 dagar, meðan málið verður fyrireikað til rættin.
Eftir rættarfundin varð maðurin fluttur niðan í Mjørkadal at sita.