Her fari eg tó at reisa spurningin um ikki SEV-ætlanin hóttur lívið í Sundalagnum.
Sundalagið er trongi fjørðurin millum Eysturoynna og Streymoynna. Norðuri frá Torvanesi og suður til Kjalnes eru 24 kilometrar. Um Selatræsleiðina har fjørðurin er breiðast, er hann um 2 kilometrar, og har hann er smalast í Streyminum, er hann 0,2 kilometrar, tað vil siga í rundum tølum 1 kilometur breiður í meðal. Dýpið er heldur ikki so stórt, á miðfjørði eitt stað millum 4 og 60 metur. Tá vit so hava fleiri grynnur á leiðini, Víkagrynnuna, Norðskálagrynnuna og Morkranesgrynnuna, eru hesar tarnandi fyri einum fríum vatnskifti í Sundalagnum, so í fittan mun verður tað sama vatnmongdin sum við sjóarfallsrákinum í miðjuni, verður flutt aftur og fram.
Fram við Sundalagnum liggja bygdirnar sum perlur á snóri, 14 í tali, við 2.500 íbúgvum. Felags fyri allar hesar bygdirnar er, at alt skittvatnsútlát, bæði frá privatum og vinnufyritøkum, fer beinleiðis út í Sundalagið, eitt útlát, sum at vísa seg ikki hevur køvt lívið í Sundunum.
Nú arbeiðir SEV, orkufelagsskapur okkara, við ætlanum um at savna alla vatnnøgdirnar úr fjøllunum báðumegin Sundalagið, fyri at vinna orku úr vatninum, sum so verður leitt út Eysturoyarmegin norðanvert Ljósáir, og Streymoyarmegin sunnanvert Haldórsvík.
Við hesi ætlan broyta vit eina javnvág í náttúruni, sum vit møguliga ikki kenna fylgjurnar av. Spurningurin er, um ikki áirnar í Sundalagnum hava verið ein so mikið týðandi faktorur í mun til vatnskiftið, at tær eiga lívið í Sundunum.
Hvat verður endin um vit halda á fram við at dálka, fólkatalið økist, samstundis sum áarmunnarnir tømast?
Verður tá nøkur bergylta á Hvalvík ella nøkur skrubba undir Hallinum?
Hvussu við alingini, sum er týðandi vinnuvegur her í økinum?
Verður Sundalagið egnað sum alipláss við broyttu vatnútleiðingunum?
Kanningar, sum vóru gjørdar síðst í 80’unum í samband við alingina í Sundalagnum norðan fyri Streym, vístu stóran vanda fyri oxigentroti niðri við botn, sum so rotnar. (Meira um málið í bókunum “Havið” eftir Boga Hansen og “Fiskirannsóknir nr. 6”).
Tá nú SEV-ætlanin konsentrerar vatnútlátini so munandi, reisur inntrivið iva um fylgjurnar. Vit, sum búgva kring Sundalagið, longsta fjørð í landinum, høvdu kent okkum tryggari um neyvar árinskanningar vóru gjørdar, innan fleiri kreftir verða lagdar í fyrireikingarnar av vatnorkuútbyggingini.