Hóttir við at hækka prísin í Rúsuni enn meir

Vilt tú sleppa undan, at rúsdrekka verður upp aftur dýrari, er bara eitt at gera og tað er at halda seg langt burtur frá Rúsuni leygardag

- Fara føroyingar at keypa meiri í Rúsuni, skulu prísirnir á rúsdrekka setast upp.
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann stóð rættiliga fyri skotum í Løgtinginum mikudagin eftir at hann nú hevur gjørt av at lata Rúsuna sleppa at hava opið leygardagar eisini.
Tað er serliga Miðflokkurin, sum hevur ilt av, at Rúsan nú skal hava opið leygardagar og við ikki færri enn trimum fyrispurningum á tingi mikudagin um hetta sama evni, syrgdi flokkurin eisini fyri, at málið varð viðgjørt bæði væl og virðiliga í einum drúgvum orðaskifti.
Orðaskiftið vardi meiri enn ein tíma, uttan at nakað serligt kortini spurdust burtur úr.
Men ein niðurstøða kann kortini gerast burtur úr orðaskiftinum. Og tann niðurstøðan er, at vilt tú sleppa undan at prísirnir á rúsdrekka skulu hækka enn meiri, er bara eitt at gera og tað er at halda seg langt burtur frá Rúsuni leygardagar.
Í sambandi við at Rúsan skal hava opið leygardag, hevur nógv verðið tosað um, antin tað fer at økja um rúsdrekkanýtsluna, at Rúsan nú eisini fer at hava opið leygardagar.
Johan Dahl sigur, at hann er spentur upp á at fylgja gongdini og at vita, hvussu hetta fer at ávirka sølutølini hjá Rúsuni.
Og hann ger púra greitt, at fer tað at føra til størri nýtslu at Rúsan fer at hava opið leygardagar, skal hon seta prísirnir enn longur upp fyri at tálma nýtsluna.
- Eg ætli mær at fylgja tilmælinum frá Fólkaheilsuráðnum, so førir tað til økta nýtslu, at Rúsan hevur opið leygardag, so skal prísurin hækka, endurtók hann fleiri ferðir.
Hetta er eisini í samsvari við tilmælið frá Fólkaheilsuráðnum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Ráðið sigur, at royndir úr Svøríki siga, at tá ið upplatingartíðin hjá einahandlinum varð víðkað, vaks nýtslan.
- Hendir tað eisini í Føroyum, tá ið Rúsan fer at hava opið leygardagar, má hon vera til reiðar at hækka prísin, sigur Fólkaheilsuráðið.
Annars stúrir Pál Weihe ikki fyri, at nýtslan fer at hækka.
- Tíðirnar eru versnaðar og fólk hava minni pening um hendi og tað tálmar nýtsluna, sigur hann.

Javnar seg aftur
Tað er annars ikki meiri enn eitt hálvt ár síðani, at Rúsan setti prísirnir upp og tað hevur ført til munandi minni nýtslu.
Stjórin í Rúsuni, Elsa Maria Olsen sigur, at hetta hevur tálmað nýtsluni munandi og eitt nú er sølan í januar og februar í ár eini 5% - 6% minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Sjálv væntar hon ikki, at tað fer at føra til hægri nýtslu, at Rúsan nú eisini fer at hava opið leygardagar.
Hon sigur, at tað hon hevur fingið upplýst aðrastaðni frá, kann tað føra til hægri nýtslu eitt skifti, men at tað plagar at javna seg aftur, tá ið ein tíð er fráliðin.
Hon heldur eisini, at Rúsan hevur fyribyrgt eini meirnýtslu við at hækka prísirnir longu í heyst, so hon stúrir ikki fyri gongdini, men sjálvandi fylgja tey við.
Les eisini greinarnar:"Rúsan má vera eitt sindur moderna",
"Skulu ikki drekka meir enn sjey litrar" og greinina "Rúsan er sum eitt apotek"