- Vaktar- og Bjargingartænastan kann ikki halda fram upp á hendan mátan.
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum er í øðini inn á fíggjarnevndina hjá Løgtinginum og meirilutan í samgonguni.
Sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, er Vaktar- og bjargingartænastan í svárari fíggjarligari kreppu.
Men sum skilst, heldur meirilutin í fíggjarnevndini ikki, at tað er neyðugt at játta stovninum meiri pening í ár.
Fíggjarnevndin hevur nú lagt fíggjarlógina fyri í ár fyri Løgtingið, men í tinginum í morgun varð upplýst, at ætlanin er ikki, at Vaktar- og bjargingartænastan skulu fáa eitt oyra afturat.
- Eg hetta politiski viljin og fær Vaktar og Bjargingartænastan ikki meiri pening, má eg gera upp við meg sjálvan um vit skula selja skipini hjá Vaktar –og Bjargingartænastuna og ístaðin samráðast við donsku sjóverjuna um aftur at átaka sær uppgávuna at hava fiskiveiðieftirlit undir Føroyum og at vera til taks til leiting og bjarging, segði Tórbjørn Jacobsen í Løgtinginum í morgun.
Hann staðfestir, at tað er onga staðni í verðini, at vaktar- og bjargingartænastan hevur so ringar arbeiðsumstøður sum í Føroyum, har tey ikki vita um tey sleppa út ella ikki. – Vaktar- og Bjargingartænastan má kunna vit eitt ár fram, hvussu nógv hon kann sigla, staðfestir Landsstýrismaðurin.
Snorksova og droyma um tunlar
Í Løgtinginum var samgongan fyri hørðum atfinningum, tí at hon ikki vil játta Vaktar- og Bjargingartænastun meiri pening.
Tað var Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum reisti málið í Løgtinginum í morgun. Hann vísti á, at hóast árið enn ikki er hálvrunnið, hevur Vaktar- og bjargingartænastan longu brúkt at alla játtanina til olju til skipini og teir hava longu bunkrað fyri seinastu, ella næstseinastu ferð. Tí spurdi hann um samgongan snorksvevur og bara droymir um undirsjóvartunlar.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at hann ferð eftir ferð hevur gjørt vart við trupulleikan, bæði munnliga og skrivliga og men hann skilti á lagnum, at tað var sum at sletta vatn á gás.
- Vit kunnu ikki liva við, at skipini hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni um stutta tíð verða noydd at liggja við bryggju.
Kann enda við vanlukku
Fleiri tinglimir harmaðust um støðuna og hildu, at tað er langt úti, at tað skal elva til so stórar trupulleikar hjá okkara vaktar-og bjargingarskipum, hvørja ferð oljan fer upp.
- Tað kann ikki vera rætt, tí vit eiga altíð at hava trygd fyri, at skipini kunnu sigla eitt ávíst tímatal, bæði við atliti til eftirlit, trygd á sjónum og til leiting og bjarging, helt Bjørn Kalsø.
Heini O. Heinesen sigur, at trupulleikin er, at skulu játtanir hækka, skal umsóknin koma frá fíggjarmálaráðnum. Tað er ikki hent í hesum føri, tí her er tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum bað um hægri játtan, men mannagongdin ger, at fíggjarnevndin kann ikki taka hana til eftirtektar.
Tinglimir førdu fram, at hetta er sjálv trygdin á sjónum, tað snýr seg um og tað hann enda við eini vanlukku, at skipini ikki fáa siglt, tí tey hava ikki ráð til olju og tað kann eisini føra til eina vanlukku fyri fiskiskapin undir Føroyum, at onki eftirlit er.