Hættisliga gongdin steðgast beinanveg

FRÁFLYTING Nú skal nevnd setast at venda vanlukkuligi gongdini í fólkatalinum

- Nú skal ein nevnd setast at kanna, hvussu vanlukkuliga gongdin við fráflyting og minkandi fólkatali, kann vendast.
Tað krevur Javnaðarflokkurin.
Beinanvegin nú Løgtingið fer til arbeiðis aftur eftir summarfrítíðina, fer Javnaðarflokkurin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta eina nevnd, sum skal koma við tilráðingum um, hvussu skeiva gongdin við fráflyting og fólkaminking kann vendast.
Uppskotið verður lagt fyri Løgtingið longu nú sunnudagin, ólavsøkudag, tá ið fyrsti tingfundur í nýggju tingsetuni verður.
- Talan skal vera um eina fakliga nevnd, sum skal greina orsøkirnar til skeivu gongdina, sigur Rigmor Dam, sum er talskvinna hjá Javnaðarflokkinum í hesum máli
- Nevndin skal eisini kanna, hvørjar avleiðingar hendan gongdin hevur fyri samfelagið og so skal hon geva okkum tilmæli um, hvørji stig skulu takast fyri at venda gongdini.

Skal vísast í verki
Talskvinnan hjá Javnaðarflokkinum kallar gongdina í fólkatalinum fyri einki minni enn eina samfelagsliga vanlukku.
- Samgongan hevur ført fram, at ætlanin er at taka stig fyri at venda gongdina, men nú krevja vit, at tey eisini vísa tað í verki og meina tað í álvara, sigur hon.
- Fráflyting og minkandi burðaravlop er ein risastór avbjóðing, sum samgongan og landsstýrið mugu taka í álvara, tí gongdin má vendast.
Rigmor Dam sigur, at tað er neyðugt at leggja nógva orku í hetta arbeiði.
- Talan skal vera um eina skjóttarbeiðandi nevnd, sum skal vera liðug við sítt arbeiði longu fyrsta mars næsta ár.
- Tað fer at geva landsstýrinum høvi til at leggja eina ítøkiliga ætlan um langtíðar íløgur og politisk tiltøk fyri løgtingið áðrenn tingið fer aftur í summarfrí næsta ár.
Men longu í seinasta lagi 1. oktober í ár skal nevndin koma við eini fyribilsfrágreiðing, so landsins myndugleikar og stovnar kunnu fyrireika seg at til at taka fyrstu stigini at venda gongdini longu í ár.
- Málið hevur skund. Burðaravlopið er nógv minkað og nettofráflytingin úr Føroyum er so stór, at við hesari gongdini, er Føroya framtíð í álvarsligum vanda, sigur talskvinnan.

2000 færri
Hon sigur at bara hesi seinastu árini frá 2004 til 2011 eru 2000 færri føroyingar færri undir 40 ár og tey yvir 40 ár eru vorðin nakað tað sama fleiri.
- Í longdini er álvarsligasta avleiðingin av hesum, at fólkasamansetingin ímillum aldursbólkarnar avskeplast.
- Vit fáa færri børn og ung og færri ungar familjar verða at tryggja fólkagrundarlagið.
Samstundis verða færri fólk í arbeiðsførum árum at framleiða, veita tænastur og skapa tjóðarinntøkuna. Harafturat avskeplast lutfallið ímillum ung og eldri alsamt við tað, at tey eldru verða fleiri og fleiri og tey yngru verða færri og færri, sigur Rigmor Dam.
Hinvegin skoytir hon upp í, at í veruleikanum vita vit einki um orsøkina til gongdina, tí lítil og ongin gransking hevur verið á økinum.
- Tí er neyðugt at vit beinanvegin seta eina nevnd at útgreina orsøkirnar til gongdina, avleiðingarnar av gongdini og hvat skal til fyri at venda gongdini, leggur hon afturat.
- Skal tað eydnast at venda gongdini, mugu vit vita og ikki gita, leggur hon afturat.

Ein ónd ringrás
- Vit eru komin í eina ónda ringrás, ið tekur grundarlagið undan framtíðar fólkavøkstri.
Tað staðfestir Rigmor Dam, nú Javnaðarflokkurin leggur uppskot fyri Løgtingið um at seta tiltøk í verk at venda vanlukkuligu gongdini við minkandi fólkatali.
Hon sigur, at tann sannroynd, at tað í heilt stóran mun eru tey ungu, sum flyta, ger gongdina serliga vandamikla.
- Hesi eru í tí aldrinum, har tey annars skulu syrgja fyri, at seta nýggju ættarliðini av føroyingum í verðina.
- At tey ístaðin flyta av landinum, tekur grundarlag undan fólkatalinum
- Í 1950- og 60-unum vóru ringar tíðir í Føroyum við stórari fráflyting.
- Men tá høvdu vit eitt burðaravlop á heili 600 um árið, so tað leyp nógv av.
Men tann tíðin er farin, tí nú er burðaravlopið komið heilt niður móti 200, og tað er nógv minni enn fráflytingin, ið er farin upp um 350 um árið.
- Frá 1. mai í fjør til 1. mai í ár, hava vit havt eina nettofráflyting á 400 fólk og heldur gongdin fram kunnu vit verða eini 5000 fólk færri um eini 35-40 ár.
- Hetta svarar til, at fólkatalið minkar eini 140 fólk um árið.
- Tað kann samanberast við, at í 2011 minkaði fólkatalið 169 fólk, og tølini fyri 2012 benda á, at tað fer at minka enn meiri.

10 fólk
Javnaðarflokkurin heldur, at tað er hóskandi at seta eina nevnd við seks fólkum., sum skal lýsa orsøkina til fólkaminkinga og at koma við tilmælum um, hvat skal gerast fyri at venda gongdini.
Flokkurin heldur, at í nevndini skulu setast fýra vísindafaklig umboð eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya, og fýra fyrisitingarfaklig umboð fyri aðalráðini í mentamálum, vinnumálum, almannamálum og fíggjarmálum.
Aftrat hesum velja partarnir á arbeiðsmarknaðinum, arbeiðsgevarar og fakfeløgini hvør sítt umboð í nevndina.
Sostatt vera 10 fólk í nevndini eftir uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum.
Men Rigmor Dam sigur, at flokkurin er sinnaður at broyta nevndina, hava aðrir flokkar serlig ynski í hesum sambandi.
Men undir øllum umstøðum heldur hon, at tað hevur stóran týdning, at talan er um eina serfrøðinganevnd, so at tey tiltøk, sum skulu setast í verk, verða fakliga grundað og ikki bara politiskt, hugsjónarliga grundað.