Ein av teimum, sum fekk úrvalsstuðul í ár, var Hávard Vatnhamar, sum íðkar para-triatlon. Í samrøðu við Sosialin í dag sigur hann, at stuðulin betrar møguleikarnar at røkka málinum um at sleppa við til paralympisku leikirnar í Tokyo í summar.
- Hetta gevur atgongd til kappingar, sum geva stig til paralympisku leikirnar, alt frá Kanada og USA til Tasmania og Japan. Eg skal gjarna hava ein hálpara við, so úrvalsstuðulin ger tað møguligt at ferðast, sigur Hávard.
- Málið er paralympisku leikirnir í Tokoyo í august. Tað krevur, at eg blívi nógv skjótari í svimjing, og tað arbeiða vit hart uppá í løtuni. Framstig eru gjørd, sigur Hávard, sum síðsta summar umboðaði Føroyar í triatlon á oyggjaleikunum í Gibraltar.
Øll samrøðan við Hávard Vatnhamar kann lesast í dagsins Sosiali.