Hávard misti hondina umborð á báti 16 ára gamal

Nú venur hann til paralympisku leikirnir í Tokyo og vil umboða Føroyar

42 ára gamli leirvíkingurin Hávard Vatnhamar flutti sum 14 ára gamal til Danmarkar við familju síni at búgva í 1990. Havið lokkaði – eins og tað gjørdi hjá bæði pápa og beiggja hansara – og hann hevði ein dreym um eitt lív á sjónum.

 

 

Soleiðis varð tó ikki, tí ein lagnudag í 1992 varð Hávard illa skaddur, tá hann var farin út við báti at fiska við beiggja sínum. Hann var bert 16 ára gamal, tá hann og beiggin og tveir aðrir menn vóru farnir út við báti úr Thyborøn í Jútlandi í Danmark. Hávard stóð á dekkinum, tá hann fekk hondina í klemmu í spælið á bátinum. Ein av hinum fýra monnunum umborð stóð eisini á dekkinum, men hann varð so skelkaður av tilburðinum, at hann einki fekk gjørt. Boð vórðu send eftir hjálp, og Hávard varð flogin á sjúkrahús í Aalborg.

 

 

– Eg fekk eisini hjartasteðg, og tað stóð um lív, sigur hann.

 

 

Tá Hávard kom á sjúkrahúsið, var allur høgri armur illa farin. Hann greiðir frá, at ikki ein blóð­ dropi var at síggja, tí armurin var trýstur og skræddur so illa. Lukkutíð var Hávard í nýggjum gummiklæðum, sum hildu vevnaðinum á arminum saman. Læknarnir tosaðu tá um at taka allan armin burtur, tí nervalagið var farið. Tað varð tó ikki gjørt, og Hávard lá á sjúkrahúsinum í Aalborg í nakrar mánaðir, har hann varð skurðviðgjørdur og skuldi koma seg eftir ógvusliga óhappið.

 

 

Umframt at armurin var illa farin, so breyt hann eisini hálsin í vanlukkuni og skuldi undir eina skurð­ viðgerð, har eitt bein varð tikið úr mjødnini og sett í hálsin. Hann gekk tí við kraga um hálsin í eitt hálvt ár eftir óhappið. Eini tríggjar vikur eftir óhappið var tó avgjørt at taka høgru hondina, tí einki lív var í henni, og hóast Hávard enn hevur armin á høgru síðu, so riggar hann ikki sum hann eigur, tí hann er viðkvæmur og óvirkin. Hávard manglar herðavøddar og aðrar vøddar.

 

 

– Við óhappinum vórðu dreymarnir um tað lívið, ið eg vónaði, at eg fór at hava, eisini skerdir. Pápi mín var fiskimaður og sjómaður alt lívið, og sjálvur hevði eg dreymar um at verða skipari á einum farmaskipi, men teir dreymarnir fóru í spønir, sigur Hávard Vatnhamar.

 

 

Tá Hávard kom heim av sjúkrahúsinum nakrar mánaðir eftir óhappið, skuldi hann læra at liva við pínuni og skerdu førleikunum.

 

 

Hávard hevur tó gjørt nógv við ítróttin og serliga fótbóltin síðani óhappið. Seinastu árini hevur hann tó hugsavnað seg um triathlon og tað leiddi til, at hann skrivaði ein teldupost til Parasport Føroyar um samstarv, tí hann hevði ein dreym um at umboða Føroyar í triathlon paralympisku leikunum.

 

 

– Skal eg nakað við hesum ítróttinum, so skal tað vera fyri Føroyar. Hóast eg bert havi búð ein triðing av lívi mínum í Føroyum, so kenni eg meg sum føroying, sigur Hávard.

 

 

Hann hevur kappast í fleiri altjóða Paratriathlon kappingum og millum annað vunnið bronsu heiðursmerki, tá ITU (altjóða triathlon sambandið) skipaði fyri Paratriathlon World Cup í Florida í oktober fjør. Av tí at Føroyar ikki hava limaskap í ITU, kappast Hávard undir donskum flaggi í ITU kappingum, men tá tað kemur til paralympiskar kappingar ynskir Hávard at kappast undir Merkinum, og er tað í hesum sambandi at samstarv við Parasport Føroyar er komið í lag.

 

 

Málið er paralympisku leikirnir í Tokyo í 2020, og kappingarnar eru ein liður í at vinna sær nóg mikið av stigum til luttøku. Hávard fær stigini frá 2017 við sær í puljuna, men verða 2018 og 2019 avgerandi fyri, um tað fer at eydnast at røkka málinum.

 

 

Hann greiðir frá, at kropsliga er hann darvaður av høgra armi, ið ikki tolir kulda, tá hann svimur, og armurin órógvar eisini á súkkluni, tí Hávard skal taka støðu til, um hann skal hanga ella vera inn at kroppinum.

 

 

Um dagarnar er Hávard í Føroyum á vitjan við tí endamáli at styrkja sambandið við Parasport Føroyar, netverka og venja í Føroyum.

 

 

Og Hávard vónar, at onkur sær týdningin í, at Føroyar verða umboðaðar á paralympisku leikunum í Tokyo 2020 í triathlon og tí velur at stuðla honum.

 

 

– Parasport Føroyar stuðla mær, men eg havi tørv á meiri stuðli til ferðing og útgerð. Tað skal nógvur peningur til fyri at luttaka á høgum stigi, sigur hann.

 

 

– Eg vil fegin umboða Føroyar, og Føroyar og føroyingar mugu tí eisini vita, hvør eg eri, sigur hann um ferðina til heimlandið.