Í høvd og reyv

Dagfinnur Danbjørg
---

Hanus og Janus hava fingið lív og heilsu og góðar gávur fyri einki av Skaparans hond, og foreldur teirra hava syrgt fyri húsi og heimi, mati og klæðum. Samfelagið hevur givið teimum skúlar og útbúgvingar, so nú er bert eftir at fara til verka.
Men Hanus og Janus, ið fáa sera góða løn, gerast illir, tá teir síggja, hvat teir skulu gjalda í skatt, soleiðis at foreldrini kunnu fáa pensiónir, eldrabýli, læknahjálp osfr. og børnini annars kunnu fáa barnagarðspláss, undirvísing og neyðuga viðgerð, og soleiðis at samfelagið kann virka við vegum, tunlum og havnum fyri bert at nevna nakað av tí, sum samfelagið hevur brúk fyri.
Men í staðin fyri at leggja rygg til, krevja teir betri sømdir enn hini: Hægri løn og minni í skatt.
Tílíkir persónar, ið hava fingið í høvd og reyv, og sum framhaldandi krevja tað sama, áttu kanska at fingið loyvi til at goldið skúlapengarnar aftur, áðrenn teir fingu eina einkultbillet til Sveis ella okkurt annað land, har teir bert kunnu skumpa pening inn á egna konto, uttan at bera tilsvarandi byrðar fólkinum at gagni.
Geykaungar hava vit nokk av.