- Onkuntíð hevur staðið betri til, sigur Eirikur á Húsamørk, tá in.fo spyr, um hald er í søgunum, um at lítið virksemi er á virkinum.
Hann sigur, at fólk eru til arbeiðis hvønn dag, men at tað sjálvandi er munur á, tá full ferð er á og tá lítið er at gera.
Orsøkin til slaka virksemi, er at eftirspurningurin úr Nigeria er minkaður nógv.
- Nigeira er eitt oljuframleiðandi land, so tað sigur seg sjálvt, at tá oljuprísurin fer niður so ávirkar tað nógv. Prísurin í Afrika hevur onkuntíð verið betri enn í dag, sigur Eirikur á Húsamørk.
Í fjør setti Nigeria forboð ímóti innflutningi av fiski úr útlandinum, men Eirikur á Húsamørk sigur, at Høvdavirkið ikki er ávirkað av hesum.
- Turkaður fiskur er ikki umfataður av forboðnum. Kortini hava vit sent væl minni av vørum niður enn vit plagdu og seinasta mánað sendu vit gott og væl ein fimtapart av tí, sum vanligt var, sigur hann.
Hann hevur tó góðar vónir um, at tað koma ljósari tíðir.
- Hetta eru ikki annað enn vanlig sveiggj í búskapinum. Vit hava álit á okkara vøru og vita, at tað ber ikki til at framleiða bíligari proteinir enn vit gera. Vit mugu kortini tillaga okkum tær umstøður, sum nú eru, sigur Eirikur á Húsamørk.