Høvdingar hittast í Spaniastovu

Høvundarnir Edward Fuglø og Alexandur Kristiansen hittast til eitt hugnaligt bókaútgávukvøld í Spaniastovu mikukvøldið 19. des. kl. 20.00 – við upplestri, tónleiki og frásagum.

Tá verður 4. bókin hjá Edward Fuglø, Poetikus løgd fram. Sama verður bókin hjá Alexandur Kristiansen, Kokkulárapi, sum Edward Fuglø hevur myndprýtt.

Edward Fuglø, sum vit kenna eina best sum listamann og pallsniðgeva, kann tí eisini bera heitið, barnabókarithøvundi. Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur Poetikus út, har Marna Jacobsen og Turið Kjølbro hava verið ritstjórar.

NÁM, gevur bókina hjá Alexandur Kristiansen: Kokkulárapi út, har Marjun Ziskasson hevur verið ritstjóri.

Alexandur Kristiansen, sum hevur verið virkin rithøvundi síðani 1968 hevur m.a. skrivað hópin av barnarímum og yrkingum, sum eru komin út í søvnum, verið virkin týðari, skrivað útvarpsleikir og skrivað nógv til m.a. "Mín jólabók" í fleiri ár.

Alexandur fekk í 1977 Virðisløn M. A. Jacobsen fyri fagurbókmentir, og hann fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 1983 og 2003.

Kokkulárapi er yrkingasavn, har Alexandur enn einaferð vísir sítt kynstur sum orðasnillingur, tað prógvar hann eisini við hesum savninum – skemtingarsamur og beinrakin.

Bøkurnar, ið Edward Fuglø hevur skrivað og Bókadeild Føroya Lærarafelags givið út, eru: Apollonia sum kom út 2007 – hon bleiv innstillað til Vestnordisk børnebogspris, Janus er ein stjørna í 2009, Vampýrella í 2011 og so nú Poetikus.

Í 2001 fekk Edward Fuglø Nordisk Børnebogspris fyri myndprýðing av barnabókum. Í 1995 fekk Edward Barbabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs eisini fyri myndprýðing av barnabókum.

Í desember gav Tórshavnar býráð út bókina, “Edward Fuglø á Skúlanum á Løgmannabreyt”. Bókin avmyndar og umtalar stóra listarverkið hjá Edward, sum prýðir Skúlan á Løgmannabreyt.

Hotel Føroyar hevur givið út bók um Leif Sørensen, kallað KOKS. Her hevur Edward eisini fingið pláss, tí list eftir hann hongur á hotellinum. Edward hevur eisini sniðgivið nýggju búnarnar hjá tænarunum á Hotel Føroyum, sum verða sýndir fram í bókini.

Bent Christensen hevur skrivað tekstin, og Claes Bech-Poulsen hevur tikið myndinar. Bókin er gjørd í samarbeiði við Books for Cooks.

“Edward Fuglø á Skúlanum á Løgmannabreyt” eins og KOKS kunnu keypast lagaliga

Skrá:

Dávur Winther, mentanarleiðari bjóðar vælkomin Ragnar Olsen spælir guitartónleik Eyð Matras lesur upp úr Poetikus Alexandur Kristiansen lesur upp úr Kokkulárapi Ragnar Olsen spælir guitartónleik Helgi Fossadal greiður frá um bókina “Edward Fuglø á Skúlanum á Løgmannabreyt”

Greitt verður frá um bókina KOKS

Ragnar Olsen spælir guitartónleik

Bøkurnar kunnu keypast og til ber at fáa tær signeraðar Kaffi og køkur og prát

Á heimasíðuni www.bfl.fo og á www.nam.fo stendur meir at lesa um bøkurnar.