Christian M. Poulsen
Væl vitandi, at meksikanar tosa betur spanskt enn vit føroyingar, og brasilianar tosa betur portugisiskt enn vit, so tosa vit so ófantaliga nógv betur føroyskt enn allar hasar milliónirnar, og onkustaðni har í millum,skalt tú leita eftir veruleikanum.
Havi lisið kanningina, tó ikki til fulnar, tí hesar viðmerkingarnar.
1. Kanningin er undankanning, og meti eg, at skeivt er borið at frá byrjanini. 594 næmingar úr 24 skúlum vóru við, og er kanningin gjørd í sept. 2005 í 10. flokki, sostatt vóru 26% av næmingunum farnir aðrastaðni, t.v.s., at vit mangla ein góðan fjórðing.Uttan at vera matematiskur einari, dugi eg at síggja at annarhvør næmingur ikki erdumpikandidatur til miðnámsútbúgvingarnar. Móti einari roynd í 9. fl. er lesiførleikin munandi betri, enn hann er aftan á oyna foyta summarferiu, har næmingar verða blandaðir, fara á ymiskar breytir o.s.fr. so hasa lesiførleikateoriina kunnu vit lættliga senda retur til Australia við einum frímerki frá tunnilsstrandinginum.
2. Taka vit nú náttúru og tøkni, er aftur borið skeivt at. Danir byrja t. d. við n/t í fyrsta flokki, meðan okkara næmingar ikki byrja fyrr enn í 4. fl., og aftan á 7. fl, er faki valfrítt. Í Danmark er t. d. lívfrøði/landalæra kravd til og við 8. fl.(við teldu), og alis/ evnafrøði kravd til og við 9. fl. (við teldu), so sjálvt tey, ið lesa blindskrift, duga at kenna, at munur er á fortreytum.
3. Annars eri eg púra samdur í summum. Eitt er manglandi dissiplin í tímunum. Tað kann ikki vera meingin, at tú skalt vera abbasonur ein sluppskipara fyri at hoyra, hvat tú sjálvur sigur í tímunum.Handan bóltin sparki eg beint aftur í heimini.Foreldur hava svikið okkum lærarar so dyggiliga, so tað stendur eftir. Tey hava ikki stundir til børn síni. Hvørjum líkist tað, ið staðin fyri morgunmat, møta fleiri og fleiri næmingar til morgunsang/faðirvár við cola og gummibommum í lummunum, tí stundir ikki eru til morgunmat heima? Har liggur so ein partur av innlæringartrupulleikunum.
4. Læraraskúlaskipanin má fyrst og fremst broytast. At tú sum nýggjur lærari verður tveittur inn í ymiskar flokkar og skal undirvísa í einum 6/7 fakum, er sera ótíðarhóskandi.Tú kanst ikki duga alt til fulnar. Droymi um, at komandi lærarar bert hava (hægst) trý fak.(helst bert tvey), sum heilt víst fer at verða landinum at frama. Veit væl Jógvan, tú fer at siga: Alt kostar. Tað ger tað nevniliga, í dýrum.Men debet og kredit sigur mær so mikið, at oysir tú pengar upp á útbúgvingar, (sjálvsagt við skili) fært tú yvirskot í kassan. Hugsið tykkum eitt samfelag uttan lærarar!
Vónin er, at tit, ið ráða fyri borgum, skola partapolitiska hamin niður og norð og hugsa meira enn 4 ár fram-helst 15-20, men ikki longur.
Eitt eri eg vísur í at Pisa des.2007 fer at vísa nakað heilt annað. Tað er í lagi, tú fær ein uppercut og knøini hokna,men ein góður nevaleikari(føroyingur) rassast aftur og vinnur dystin.
Rætt er at geva veiku næmingunum stuðul, men hvat við øllum teimum góðu, ið eru lidnir við skrivligu uppgávurnar, áðrenn skúlatímin er hálvrunnin? Tá byrjar ófriðurin, tí tú skalt taka hond um tey veikaru. Miðalklassin flýtur omaná, og hvat so?
Hvussu ber tað til, at føroyingar uttanlands kunna gerast læknar, tannlæknar, professarar í tarmum, sakførarar,skiparar á øllum heimsins høvum,candimagar,arkitektar,listafólk av ymiskum slagi og jú neym it? Tí føroyski fólkaskúlin ikki riggar? Mjørkatos. Hann riggar,men vit skulu í felag gera hann uppaftur betur,so Jógvan slepp mollinum og lat okkum taka nakrar vanligar durar saman.
E.S. Undrar meg, hvussu nógvir danir eru um kanningina. Er alt rætt umsett, so okkara kæra tilfeingið skilir alt rætt?