Høvdu bóltin ov lítið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Kaj Leo í Bartalsstovu heldur, at ov nógv haltaði í kvøld

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Kaj Leo í Bartalsstovu, sum spældi í vinstra borði á landsliðnum í kvøld, tá Føroyar taptu 0-2 ímóti Kosovo í Frankfurt í Týsklandi.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu heldur standin verða ringan í fyrra hálvleiki, tá føroyska liðið hevði bóltin alt ov lítið, og brúkti ov nógva tíð at renna aftaná kosovanska liðnum. Hann heldur tó, at bøtt var uppá hetta í seinna hálvleiki.

 

Gøtumaðurin staðfesti, at lagið var ikki gott á monnum í umklæðingarrúminum, men Kaj Leo í Bartalsstovu heldur tað verða gott tekin, at menn eru alt annað enn nøgdir aftaná ein slíkan dyst.