Høvdu følsk samleikaprógv

Tvey fólk, sum komu til Íslands við Norrønu í gjár, sluppu ikki ígjøgnum innferðareftirlitið á Seydisfirði. Morgunblaðið skrivar, at løgreglan á Egilsstøðum steðgaði teimum báðum, tí løgreglan hevði illgruna um, at samleikaprógvini, sum tey høvdu uppi á sær, vóru skeiv ella falsað.

Sambært blaðnum er talan um ein mann og eina kvinnu, men tað er ikki greitt, um tey vóru í ferðalagi ella ferðaðust hvør sær. Málið er nú til kanningar hjá løgregluni á Egilsstøðum.

Einki verður sagt um, hvørjum landi tey tiknu eru úr.