Høvdu kunnað tømt skipið

Umboðsmaðurin hjá teimum russisku skipunum í Føroyum heldur, at tað hevði borið til at tikið oljuna úr Olshanu, áðrenn skipið sakk. -Oljan átti at verið tikin úr Olshanu, áðrenn roynt varð at toga skipið av Flesjunum, sigur Árni Dam, umboðsmaður, við Útvarpið.

Nú oljan skal takast úr sokna skipinum, verður rokningin nógv størri, og tað er ikki vist, at skipið hevur trygging, ið rindar fyri hetta. Russiska reiðaríið eigur at gjalda fyri uppruddingararbeiðið, men um reiðaríið hevur trygging, ið kann gjalda, veit Árni Dam ikki

Sjálvur ivast hann ikki í, at tað við røttu útgerðini og serkønum fólki hevði borið til at tømt skipið fyri olju.