Høvdu opið til út á náttina

Annars hevur hetta verið eitt stak friðarligt vikuskifti

 

 

Hetta hevur verið eitt stak friðarligt vikuskiftið. Løgreglan sigur, at í gjárkvøldið, og í nátt, var lítið og einki at takast við hjá teimum.

Kortini máttu tey, aftur í gjárkvøldið, ásanna, at tað eru skeinkistøð, sum ikki leggja í tilmælið frá myndugleikunum um at tað skal vera stongt í seinasta lagi klokkan 22.

Tað er eitt av tilmælunum í eini roynd at forða fyri, at koronasmittan fær fótin fyri seg aftur í Føroyum.

Men í gjárkvøldið høvdu onkur skeinkistøð opið til nakað væl eftir midnátt, sigur løgreglan. Løgreglan sigur kortini, at tey gera ikki nakað við tað, tí talan er um tilmæli, sum fyriskiparar so kunnu taka til sín, ella lata vera.

Annars kunnugjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilumálum, í gjárkvøldið, at nú er seinasti koronasjúklingurin í landinum, frískur aftur, og sostatt eru Føroyar nú korona-frítt øki.

Les meiri um tað her: Kaj Leo: Føroyar eru koronafrítt øki

Les eisini: Nú komu almennu boðini: Føroyar eru nú koronafrítt øki

Løgreglan brúkti annars høvið í nátt til at gera ferðslukanningar Millum Fjarða, og har fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt beint yvir 100 kilometrar um tíman, har hann hevði loyvi at koyra 80.