Høvdu seinasta arbeiðsdagin umborð á Smyrli

 Seinasti arbeiðsdagurin hjá landsstýrinum áðrenn jólaferiuna, var heldur óvanligur

Arbeiðsferð

Mikudagin hevði landsstýrið sín seinasta arbeiðsdag fyri jól. Men seinasti arbeiðsdagurin hjá landsstýrinum, áðrenn jólafrítíðina, var heldur óvanligur.
 Vit hava av og á gjørt tað, at vit hava havt serligar arbeiðsdagar, har vit eru farin úr okkara vanliga umhvørvið. Í hesum sambandi hava vit bæði verið á hotellum og aðrastaðni sigur løgmaður.
Hann sigur, at hesuferð fekk hann tað hugskot at leggja ein slíkan arbeiðsdag umborð á nýggja flaggskipinum hjá Strandferðsluni og øllum føroyingum, nevniliga Smyrli.
 Eg helt, at tað var eitt gott hugskot at leggja ein slíkan arbeiðsdag umborð á Smyrli, eisini tí, at summir landsstýrismenn hava ongantíð sæð, sigur løgmaður.
Hann sigur, at sum sagt so gjørt og sostatt helt landsstýrið sín seinasta landsstýrisfund fyri jól í hugnaligu fundarhølunum umborð á Smyrli.
Men samstundis vóru aðalstjórar og fulltrúðar við og tey brúktu dagin til at arbeiða við visión 2015 ætlanini hjá landsstýrinum.
 Vit mugu øll sum ein ásanna, at umstøðurnar til slíkt virksemi eru av teimum bestu umborð á Smyrli. Har eru allir hentleikar til ráðstevnur og fundir, bæði talva, uppvarpari, teldustikk og anna, sum krevst.
 Samstundis er tænastan umborð frálík og verður siglt um dagin, havavit eitt útsýni, sum ber av øllum.
Tá ið Smyril hevði lagt at í Trongisvági, fóru tey øll eina stutta útferð kring fjørðin, har løgmaður, sum jú er tvøramaður og sostatt staðkendur, átók sær leiklutin sum ferðaleiðari og greiddi hinum frá tí, tey sóu.
Løgmaður sigur, at á sjálvum landsstýrisfundinum var ikki nógv á skránni.
Men í sambandi við 2015- visiónsætlanina, er landsstýrið samt um, at hon skal byggja á nakrar heilt ítøkiligar grundarsteinar.
 Seinastu tíðini hava vit arbeitt við at geva hesum grundarsteinunum eitt ítøkiligt innihald og hvat málið skal vera á hvørjum grundarsteini sær.
Tað var hetta arbeiðið, sum helt fram umborð á Smyrli mikudagin.
Løgmaður sigur, at nú er ætlanin at seta nakrar arbeiðsbólkar at lýsa nágreiniliga, hvat málsetningurin skal verða fyri hvønn av hesum grundarsteinum.
 Hetta er eitt arbeiðið, sum ætlanin er at seta ígongd beint eftir nýggjár og ætlanin er at geva arbeiðsbólkunum ein-tveir mánaðir at arbeiða í.
Annars ásannar løgmaður, at talan er um víðfevnt arbeiði, men nú er komið so mikið langt, at rættilig glið skuldi komið á.
Fyri ikki at gera arbeiðssetningin heilt óyvirkomuligan, hava vit valt okkum nakrar ávísar raðfestingar og tað eru hesar raðfestingar, sum verða grundarsteinarnar undir ætlanini.
Teir grundarsteinar, sum løgmaður, hevur nevnt, at visión 2015 skal byggja á, eru hesir: Alheimsgerðin, útbúgvingarreformur, gransking og nýmenning, íverksetan og kunningar- og samskiftistøkni og einskiljingar