Høvdu tamarhald á

Hóast javnleikurin á ongan hátt mundi kennast sum nøkur katastrofa í B36-leguni, so tóktist Fróði Benjaminsen iðra seg eitt sindur um, at teir ikki høvdu avgjørt dystin.
- Eg helt í øllum førum, at vit høvdu fult tamarhald á dystinum alla tíðina. Og tí er tað spell, at vit ikki klára at avgera dystin.
Men tað sær út til, at HB seinasta hálva tíman er um at fáa eitt gott tak á. Var ikki meira luft eftir í tykkum?
- Jú, tað haldi eg. Men har er sjálvandi nakað av vindi, og tá vit so eisini verða noyddir at fremja nakrar útskiftingar, so verður eitt sindur tyngri á miðvøllinum. Men sum heild, so haldi eg altso, at tað vóru vit, sum høvdu takið.

Endaði sum verjuleikari
Tá Fróði kom til B36 væntaðu viðhaldsfólkini helst, at felagið við hesum hevði fingið fatur á einum av sterkastu miðvallarunum í landinum.
Tað hava tey kanska eisini sum so, men higartil hevur tað so verið í miðverjuni, at hann hevur gjørt mest um seg. Ein leilutur, sum Fróði tó sjálvur tykist trívast heilt væl í.
- Tað var nokk ikki akkurát planuarin, at tað skuldi laga seg soleiðis, men tað má man so bara taka við. Og so leingi, sum tað gongur væl, so er tað bara stuttligt at royna hendan leiklutin.
Men í verjuni ert tú ikki eins nógv í sambandi við bóltin, sum tú plagar at vera. Kann tað ikki vera eitt sindur trupult at venja seg við?
- Tað er kanska eitt sindur freistandi at leita niðaneftir viðhvørt, men tað er so nakað, sum tú mást venja teg við, heldur hann.
Nú triðingurin av landskappingini er farin aftur um bak, er B36 einsamalt oddalið, og tó at munurin niður eftir ikki er serliga stórur, so heldur Fróði, at hetta er ein støða, sum teir mugu royna at halda fast um.
- Sjálvandi er tað ongantíð betri, enn um tað eydnast, men so skal alt eisini rigga. Komandi dyst hava vit Skála, og tað verður í øllum førum ein trupul uppgáva, sigur Fróði Benjaminsen at enda.