Í løtuni er danski forsætisráðharrin í summarfrí, og tí ber ikki til at fáa upplýst, hvat forsætisráðharrin skal gera teir fýra dagarnar, hann vitjar í Føroyum.Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum og fólkatinglimur, sigur at Nyrup Rasmussen verður við á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, sum verður hildin 11. og 12. september.
Hetta er fyrstu ferð at ein forsætisráðharri er gestarøðari á landsfundi hjá flokkinum. Vanliga eru umboð fyri norðurlendsku javnaðatrlokkarnar bodir hendavegin á landsfund, men tey eru vanliga bert eygleiðarar, og luttaka ikki í orðaskiftinum.
Tað skal Nyrup Rasmussen heldur ikki. Hann fer bert at halda eina røðu, og tað stendur honum frítt fyri, hvørji evni hann tekur upp, sigur Jóannes Eidesgaard, sum fyri flokkin hevur tosað við Nyrup Rasmussen um ferðaætlaninar.
Um orsøkina til at sambandið nú aftur verður millum javnaðarflokarnar báðar, sigur Jóannes Eidesgaard, at Nyrup Rasmussen 26. juli, sum var seinasti arbeiðsdagur í Fólkatinginum, bjóðaði sær til morgunmat, har teir báðir tosaðu um ymisk felags mál.
Nyrup Rasmussen spurdi meg, nær besta tíðin var at koma til Føroya, nú Landsstýrið hevði bjóðað honum hendavegin. Hann nevndi samstundis, at hann fegin vildi vítja í Suðuroy og í Norðuroyggjum. Eg helt, at august mánaði var kanska vakrasta tíðin í Føroyum, og at hann átti at vitja tá, sigur Jóannes Eidesgaard. Samstundis nevndi Jóannes Eidesgaard hátiðarhaldið, sum verður í august á Tvøroyri, í sambandi við 100 ára dagin hjá Petur Mohr Dam, sála, og bjóðaði forsætisráðharranum at luttaka í hesum sambandi.
Tað vildi hann fegin, og fór at kanna, um tað bar til, men hann var upptikin. Tó vildi hann fegin leggja ferðina til rættis soleiðis, at hann kundi verða hjástaddur á Landsfundinum hjá okkum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Ein roynd at fáa samstarv í lag aftur
Merkir tað at sambandið millum flokkarnar báðar nú er í lagi aftur?
Tað er einki loyndarmál, at nógvir trupulleikar hava verið í samskiftinum okkara millum, men harfyri er eingin grund fyri ikki at halda lív í ósemjunum, men heldur, at royna at fáa meira konstruktivt samstarv í lag.
Av tí at eg fekk orðið á Landsfundinumhjá danska Javnaðarflokkinum, so halda vit tað vera rætt, at Nyrup Rasmussen verður gestarøðari á okkara landsfundi, sigur Jóannes Eidesgaard.
Forsætisráðharrin skal tó ikki luttaka í politiska orðaskftinum, har eitt nú ríkisrættarliga støða verður viðgjørd.
Poul Nyrup Rasmussen kemur til Føroya hósdagin 10. september. Fríggjadagin og leygardagin er landsfundurin, og at helst fara Nyrup Rasmussen og Jóannes Eidesgaard í Suðuroynna sunnumorgunin 13. september, har møguleiki er at sleppa aftur til Havnar um kvøldið.
Annars er skráin fyri vitjanina hjá Nyrum Rasmussen ikki liðug enn, og ikki hevur verið møguligt at frætta í Landsstýrinum, hvussu vitjanin hjá forsætisráðharranum í Tinganesi annars verður løgd til rættis.