Í bløðunum hava vit lisið ymist um nýggjan innkoyringarveg til Havnina.
Í Dimmu 01-10-03 boðar Bjarni Djurholm m.a. frá, at fyrsta stig av hesi vegagerð er boðið út í almennari lisitatión, og nevnir somuleiðis at Javnaðarflokurin hevur lagt uppskot til samtyktar, um at kanna hesa upprunaligu ætlan av nýggjum.
(Og Oyggjatíðindi fær óføra nógv burtur úr hesum uppskoti 17-01-03).
80- árini
Málið byrjar miðskeiðis í 80-árunum, við ætlanini at gera tunnil úr Kollafirði í Kalbaksbotn. Hesin fyri bert fáum árum síðani heilt ótrúligi bati í ferðing millum Norður- og Suðurstreymoy, fór samstundis at "kollvelta" høvuðsinnkoyringina til Havnina, sum í einum fór at verða flutt av Oyggjarvegnum og oman á Hvítanesvegin.
Í hesum sambandi ger Landsverkfrøðingurin tá umrødda upskot um "Nýggjan innkoyringarveg til Havnina", sum av Hvítanesleiðini skal fara gjøgnum Hoyvíkshagan, renna fram við "Kettuurðini" undir Húsareyni og haðan koma í Oyggjarvegin, á leiðini undir "Krákugjógv".
Á leiðini oman í Oyggjarvegin sker ætlaði nýggi innkoyringarvegurin seg ígjøgnum gomlu traðirnar oman fyri Villingardalsvegin.
Hetta hildu fólk, sum búleikaðust á traðunum tá, sum vera man, vera stóran - og heilt óneyðugan miss fyri seg og eftirkomarar, og harafturat óneyðugt spill av stórum, virðismiklum og veðurgóðum lendi, sum fór at verða til gagns fyri Býin sum heild í komandi árum.
Við brævi dagf. 05-11-1988 heitir Bjørn á Heygum, advokatur vegna eigarnar: Ásbjørn Poulsen (matr.nr. 1344), Eiler Eysturtún (1345-46), Hákun Marstein (1347), og Andrias Reinert (1348) á Tórshavnar Býráð um fund .."har nevnda verkætlan kann vera nærri umrødd..... og.. Býráðið verður vinarliga biðið um at umhugsa málið nærri og kalla inn til fundar innan rímuliga tíð."
Fundur kom í lag, og rúgvismikið brævaskifti varð um málið í fleiri ár, uttan at nakað ítøkiligt kom burtur úr. Eisini var fundur við umboð fyri Landsverkfrøðingin.
"Kreppuárini" doyr síðan alt tos um ringveg burtur, og onkur í umsitingini, ið tosað varð við tá um málið, helt fyri nakað soleiðis: "Nei hatta dýra projektið verður hvørki ráð til, ella brúk fyri í okkara tíð !"
2003
Landið kom tó nógv skjótari á føtur aftur enn flest okkara høvdu væntað, og í januar 2003 sendir Tórshavnar kommuna framfýsið kunningarrit til allar borgarar við nógvum áhugaverdum tilfari.
Á síðu 8 lesa vit m.a. "Tórshavnar kommuna arbeiðir í løtuni við at gera eina 20-ára heildarætlan fyri hvussu býurin skal útbyggjast, í ætlanini verða øki løgd út til... o.s.fr...". Og hetta sær jú - í fyrstu syftu - heilt lovandi út fyri fólkið, sum býr nærhendis komandi 80-km-innkoyringini ?
Tá kagað verður undir "Ytri Ringvegur" á síðu 9 í ritinum, sæst tó einki til nakra framtíðarætlan fyri 2023, sum boðað frá á síðun 8, men harafturímóti er gamla "80-ára ætlanin" tikin upp úr aftur "mølposanum" og enn einaferð løgd á borið "ópussað".
2023
Nú so óføra nógv er hent síðan 80-árini, á mongum økjum, og sanniliga eisini innan ferðslu og vega/ tunnilsgerð, heita vit borgarar, sum búgva á leiðini har hendan "nútímans Høvuðsinnkoyring til Havnina" er ætlað at ganga, enn einaferð á avvarandi mynduleikar, at taka ætlanina um innkoyringarveg til Havnina upp til veruliga nýggja viðgerð, og í grundini hevur tað ikki so stóran skund at byrja her og nú.
Góðar royndir av rundkoyringum, er hugalig yvirskrivt á síðu 9 í frálíka kunningarritinum frá Býráðnum, har lovað verður at: "Havnin fær fleiri rundkoyringar framyvir. Hesar verða hildnar at vera fragasta ferðsluloysnin tá ræður um at koma inn á høvuðsferðsluæðrarnar. Millum annað av Hvítanesvegnum og inn á Eystara Ringveg, sum verður tann fyrsta í ár...........,av Vegnum Langa í Sundsvegin í samband við ætlaðu vegagerina tvørturum Berjabrekku og yvir í Vill-ingardalsvegin, og frá Sundsvegnum og í Ringvegin."
Vit, sum dagliga ferðast í hesum øki, mugu saman við Býráðnum ásanna,og gleðast um at rundkoyringin, sum í dag bindur Eystara- og Norðara Ringveg í R. C. Effersøes gøtu hevur gjørt tað til eitt spæl at ferðast í akfari á hesum í mong ár ófantaliga trupla ferðslu-øki.
Verða nevndu rundkoyringar gjørdar sum fráboðað, og kemur harafturat umtalaða, stóra góðshavnin í Kollafirði, - ið fer at lætta munandi um tungu ferðsluna til og úr Havnini- bøtur hetta so avgerandi og munagott um ferðsluviðurskiftini í Høvuðstaðnum, at avvarandi mynduleikar hava "rættuliga langa" tíð at umhugsa projektið "Høvuðsinnkoyring til Havnina" heilt av nýggjum.
Undirskriftir
At stuðla hesi áheitan á avvarandi mynduleikar, eru ungfólk í økinum farin undir at savna undirsktiftir frá fólki, íð taka undir við, at tað er rætt at fáa ætlanina um Høvuðsinnkoyring til Havnina viðgjørda frá grundini av nýggjum.
Andrias Reinert
Ásbjørn Poulsen
Hákun Marstein
Hans Joensen
Torbjørn Láadal