Høvuðsjarnbreytarstøðin í Keypmannahavn evakuerað

Fólk eru flutt burtur frá donsku tokstøðini.

Høvuðsjarnbreytarstøðin - ella Hovedbanegården, sum tað verður rópt - er evakuerað fyri fólki í dag. 

 

Danskir miðlar skriva, at fyrr í dag fór eitt manssterkt løgreglulið á høvuðsjarnbreytarstøðina og síðani vórðu fólk flutt burtur frá støðini. 

 

Løgreglan vil ikki upplýsa hvør orsøkin er, tó sagt verður at tað eru "illgrunasom atferð" handan avgerðina. 

 

Fjølmiðlafólk hjá danska Politiken siga í kvøld, at tríggir løgreglumenn í verjudraktum og tveir bumbuhundar eru sæddir á staðnum og stórt løgreglulið er at síggja á baksíðuni á høvuðsjarnbreytarstøðini, við gøtuna Reventlowsgade.