Høvuðsstaðurin eigur ongan bumbumann

Máltindurin boðar frá, at tey bæði fremstu í bestu deildini ikki hava eyðsýndan málskjútta av tí slagnum, sum hvørja viku ger mál

MÁLTINDURIN

 
Málskjúttar av tí slagnum, sum hvørja viku skora í minsta lagi eitt mál, hanga ikki á trøunum, um tað ber til at siga tað soleiðis. Tað boðar máltindurin frá. 25 umfør eru løgd afturum bak, og toppskjúttin hevur skorað sekstan mál.
                      B36 og HB eru oddalið í FORMULADEILDINI. Besti málskjúttin hjá HB er Hans á Lag, og besti málskjúttin hjá B36 er Allan Mørkøre. Talan er um rættuliga tilkomnar veteranar, og felags fyri teir báðar er eisini, at teir áður hava røkt uppgávur aftari á vøllinum.
                      Hans á Lag hevur verið miðverji í HB í mong ár, og Allan Mørkøre hevur verið vongverji og miðvallari tey flestu árini. Báðir hava áður skorað fleiri mál  eitt nú í sambandi við deyðbóltsstøður- og í báðum førum er talan um so at siga neyðloysnir, tí tað hevur víst seg at vera torført at finna aðrar álopsspælarar.
                      Merkisvert er tað, at hóast HB ikki hevur serligan málskjútta, so hevur tað eydnast teimum at skjóta 63 mál. Tað eru ellivu fleiri enn Skála, sum hevur skorað næstflestar ferðir. HB málini eru býtt út á trettan spælarar.
                      Hans á Lag hevur skorað ellivu av teimum 63 HB málunum. Næstbesti málskjúttin hjá HB er Tór-Ingar Akselsen, sum hevur skorað átta mál. Allan Mørkøre hevur skorað tíggju av teimum 34 B36 málunum, og næstbesti málskjúttin hjá B36 er Oby, sum hevur skorað sjey mál.
                      Undan næstsíðsta umfarinum stríðast EB/Streymur og NSÍ saman við Skála  og havnarfeløgunum um at vinna heiðursmerkjapláss. Sorin Anghel hevur skorað sekstan av teimum 47 málunum, sum EB/Streymur hevur fingið, Christian Høgni Jacobsen hevur skorað fimtan av teimum 48 málunum, sum NSÍ hevur fingið, og Jónhard Frederiksberg hevur skorað trettan av teimum 52 málunum, sum Skála hevur fingið. Álopsmakkarin hjá Jónhardi á Skála, Bogi Gregersen, hevur skorað tólv mál.
                      Tølini vísa altso, at meðan fremstu bygdarfeløgini eiga álopsspælarar, ið hava eyðsýndar dygdir at gera mál, so eru toppliðini ikki so væl fyri, hvat hesum viðvíkur.