Tað var sera tætt og ógvuliga spennandi, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust í góðveðrinum á norðoyastevnu.
Drekin og Sílið hjá Havnar Róðrarfelag og Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri kappaðust um sigurin, og ikki so langt aftanfyri var Royndin Fríða úr Vági.
Tað skifti eitt sindur millum tríggjar teir fremstu. Jallurin var fremstur eftir startspurtin, men so vann Drekin seg framum, og í endaspurtinum vísti tað seg, at teir á Sílinum royndust drúgvari enn teir á Jallinum.
1 Drekin 05.12.27
2 Sílið 05.13.22
3 Jallurin 05.14.15
4 Royndin Fríða 05.16.31
5 Silja 05.23.45
6 Ørnin 05.26.44
7 Ingibjørg 05.27.07
8 Heykur 05.31.31