Høvuðsstaðurin varð volaður

Víkingur er nýtt topplið, og nú er KÍ frammanfyri bæði B36 og HB

Tað er ógvuliga skjótt hvønn vegin í fótbólti og serliga í ársins landskapping. Eina løtu hósdagin sá tað út til, at HB fór at vinna á B36, og at fjarstøðan frá elsta høvuðsstaðarfelagnum og aftur til tey næstu skuldi verða fimm stig.

Nú er støðan gjørd upp eftir fyrsta triðingin av kappingini, og hon sigur, at HB er nummar fýra! Men tað er ógvuliga tætt, tí tað eru bara fýra stig frá nýggja toppliðnum, Víkingi, og aftur til ÍF á sætta plássi!

 

Níggjunda umfar var í skránni merkisvert á tann hátt, at allir dystirnir vórðu spældir eysntanfyri Sundalagið, og nú síðsta bríkslið hevur verið, er tað eisini merkisvert av, at tey trý høvuðsstaðarliðini einki stig hava í viðførinum suður aftur. Tað er rárasta hending, at tað ikki er fótbóltur í bestu deildini á skránni í høvuðsstaðnum, og tað er ikki minnni forkunnugt, at AB, B36 og HB einki stig vinna tilsaman!

 

Víkingarnir vóru vónbrotnir eftir vánaliga avrikið og heimatapið ímóti KÍ, og meistararnir í B36 vóru fegnir um sigurin á grannunum hósdagin, sum bar oddaessin við sær. Heimamenninir í Sarpugerði vóru sera ágangandi frá fyrsta bríksli. Eftir horna skoraði Philip Djordjevic beinanvegin málið, sum vísti seg at verða sigursmálið.

Eftir steðgin legði B36 nógv fyri í royndini at svara aftur. Tað eydnaðist ikki, men tað var tætt við, tí bólturin small bæði í tvørtræið og stólpan aftanfyri Geza Turi.

 

Jákup Mikkelsen hevur fingið flúgvandi byrjan sum ÍF venjari. Hósdagin endaði tað við 2-1 sigri á Toftum, og í dag vann ÍF 4-2 á HB. Hýrurin í Fløtugerði var framúr, og tað var sum um, at har vóru tað tveir kongar! Annar var populeri venjarin, og hin var Adeshina Lawal. Tað hevur oftast verið trilvandi hjá gamla málkonginum í B36, síðani hann flutti til Fuglafirðar, men í dag hefti einki fyri. Adeshina Lawal skoraði tríggjar ferðir.

Tað reið um snarið, tá ið hann hevði javnað til 2-2, og tá ið Bogi Reinert Petersen legði ÍF framum 3-2, spenti HB álopsbogan. So varð bólturin lagdur fram í vinstru til Adeshina Lawal, sum so sera smidliga smoygdi seg leysan av trimum mótstøðumonnum, áðrenn hann úr spískum setti bóltin í handara síðunetið! Og so var fagnaðurin øgiligur millum fuglfirðingar. Nú er tað væl styttri hjá ÍF upp á heiðursmerkjapláss, enn tað er undir niðurflytingarstrikuna.

 

KÍ vann 4-1 á heimavølli ímóti B68, og harvið eru klaksvíkingar næstsovastir á talvuni. Aftur í dag var Jóannes Bjartalíð stóri maðurin, tí hann skoraði trý tey fyrstu málini. Harvið hevur hann skorað fimm mál á rað fyri KÍ.

Ragnar Lindholm í B68 málinum var ein brandur, og hann og stólparnir syrgdu fyri, at KÍ ikki fyrstu løtuna vann úrtøku úr møguleikum. Tað kom púra óvæntað og sum ketta burtur úr høvdatrog, tá ið veteranurin Kristian Anton Andreassen við fínari roynd setti hol á fyri B68, men KÍ fótaði sær, og undan hvíldini var støðan 2-1. Innskifti veteranurin Hjalgrím Elttør staðfesti 4-1 sigurin.

 

NSÍ hongur í toppstríðnum. Í dag eydnaðist tað at vinna 2-1 ímóti AB. Hóast NSÍ var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik við máli, sum Magnus H. Olsen skoraði, so høvdu argjamenn gott mót, tí NSÍ verjuspælarin Monrad Holm Jakobsen sá stutt fyri steðgin reytt, eftir at hann hevði nýtt neyðbremsuna. Hóast teir vóru undirmannaðir allan seinna hálvleik, so eydnaðist tað heimamonnum at økja um leiðsluna, tá ið Klæmint A. Olsen umsetti brotsspark til mál.

Rasmus Dan Sørensen minkaði um munin eftir horna, og so var tað heilt spennandi, inntil síðsta bríkslið ljóðaði. Tá vísti talvan 2-1, og harvið bíðar AB framvegis eftir fyrsta sigrinum.

 

Á Skála gjørdi heimaliðið ordiliga bart. TB er á veg suður aftur við 5-1 tapi. Alt vendi skeiva vegin hjá tvøramonnum, sum í steðginum vóru aftanfyri 3-0 og stóran part av seinna hálvleiki vóru undirmannaðir. Longu undan steðginum vórðu tríggjar skiftingar gjørdar, og tá ið Rógvi Joensen so noyddist skaddur av vøllinum, var ikki møguleiki fyri hjá TB at seta eykamann inn.

Superveteranurin Jónhard Frederiksberg hevur síðstu ferðirnar verið fremsti skálamaðurin. Tað var hann aftur í dag, og hann skoraði trý mál! Í átta teimum fyrstu umførunum skoraði Skála fýra mál, og í dag skoraði Skála fimm mál! 

 

Sunnudagin verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið: KÍ-B36, Víkingur-HB, NSÍ-EB/Streymur og Giza/Hoyvík-Skála.

 

KÍ-B68 4-1 (2-1)

0-1: Kristian Anton Andreassen 31.

1-1: Jóannes Bjartalíð 35.

2-1: Jóannes Bjartalíð 41.

3-1: Jóannes Bjartalíð 60.

4-1: Hjalgrím Elttør 93.

 

ÍF-HB 4-2 (1-1)

0-1: Christian R. Mouritsen br 27.

1-1: Adeshina Lawal 45.

1-2: Jákup F. Hansen 67.

2-2: Adeshina Lawal 70.

3-2: Bogi Reinert Petersen 77.

4-2: Adeshina Lawal 81.

 

Víkingur-B36 1-0 (1-0)

1-0: Philip Djordjevic 6.

 

NSÍ-AB 2-1 (1-0)

1-0: Magnus H. Olsen 21.

2-0: Klæmint A. Olsen br 55.

2-1: Rasmus Dan Sørensen 65.

 

Skála-TB 5-1 (3-0)

1-0: Jónhard Frederiksberg 25.

2-0: Jónhard Frederiksberg 28.

3-0: Álvur F. Christiansen 40.

4-0: Jákup Johansen 52.

5-0: Jónhard Frederiksberg 54.

5-1: Teitur Justinussen 84.

 

Støðan eftir níggju umfør

Víkingur 18

KÍ 17

B36 17

HB 17

NSÍ 15

ÍF 14

Skála 9

TB 8

AB 5

B68 3

 

Tíggjunda umfar

Hósdagin 12. mai

ÍF-NSÍ

B68-Víkingur

Skála-KÍ

AB-B36

TB-HB