Ein sjúklingur, sum var smittaður við H1N1, er deyður á einum sjúkrahúsi í Skotlandi Skotsku heilsumyndugleikarnir kunngjørdu í gjárkvøldið, at svínakrímið H1N1 hevði kravt eitt mannalív har. Hetta er fyrstu ferð, at smittan hevur kravt mannaliv uttan fyri Norður- og Suðuramerika.
Sambært skotsku myndugleikunum var sjúklingurin heilsuveikur.
Heimsheilsustovnurin WHO kunngjørdi fríggjadagin, at 29.669 fólk kring heimin eru smittað við H1N1, og at 145 eru deyð av smittuni.