Oddabrak hevur verið í Vestmanna í dag, har VÍF og H71 brustu saman í FTZ-deildini. Undan dystinum vóru bæði liðini ájøvn við 19 stigum, men tó var VÍF fremst vegna betri málúrtøku.
Dysturin fekk eina sera margháttiliga byrjan, ið var keðilig fyri Hilmar Leon Jacobsen hjá H71. Tá ið fimm minuttir vóru farnir skoraði Hilmar Leon til 2-0 til H71, men hetta gjørdist hansara síðsta løta í dystinum, tí at dómaraborðið gjørdi vart við, at H71 ikki hevði skrivað Hilmar Leon Jacobsen á dómaraseðilin. Avleiðingin av hesari pínligu villuni var, at 19 ára gamli hoyvíkingurin mátti av vøllinum og ikki slapp at spæla meir.
Talan var um eitt spennandi oddabrak, har áskoðararnir fingu ein javnan og spennandi dyst. Eftir 17 minuttir var 7-7 og ongin munur á liðunum. Fram til hálvleikin kom vend tó í, tí hoyvíkingar gjørdu eitt hál og fóru til hálvleiks við støðuni 15-11.
Í seinna hálvleiki komu vestmenningar tó sterkt afturíaftur. Stigvíst bleiv leiðslan hjá H71 etin upp, og hetta úrslitaði í, at VÍF javnaði til 21-21 eftir 46 minuttir.
Tað var tó H71, sum fekk seinasta orðið og endurvann oddasessin, ið hoyvíkingar hava havt so at siga alt kappingarárið. VÍF megnaði ongantíð at leggja seg á odda, og ístaðin fór H71 avstað við sigrinum og vann 29-27.
Eftir dystirnar hetta vikuskiftið er stigatalvan í FTZ-deildini stendur niðanfyri. Klombran vísir til, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt.
1. H71 21 stig
2. VÍF 19 stig
3. Kyndil 17 stig
4. KÍF 16 stig
5. Neistin 12 stig
6. StÍF 10 stig
7. Team Klaksvík 1 stig
H71 og KÍF hava spælt 13 dystir, meðan hini liðini hava spælt 14 dystir.
Málskjúttarnir í oddabrakinum í Vestmanna vóru hesir:
VÍF-H71 27-29 (11-15)
VÍF: Filip Jojic 8, Rúni Joensen 6, Sjúrður Olsen 3, Julian Olsen 3, Bjarti Hansen 2, Høgni Zachariassen 2, Jugoslav Djumic 2 og Ingi Olsen 1.
H71: Dánjal Tórgarð 7, Bogi Gaard Davidsen 5, Niklas Hanusarson 5, Pætur Thomsen 4, Rúni Vest Højgaard 3, Helgi Hoydal 2, Ári Dam 1, Vilhelm Poulsen 1 og Hilmar Leon Jacobsen 1.