Í einum verjukendum og málfátækum dysti eydnaðist tað H71 at basa Neistanum við úrslitinum 21-19.
Undan dystinum var sagt, at smálutir og málverjuavrik fóru at verða avgerandi - og so varð.
Skot á stengurnar, bóltar, ið akkurát sníktu seg fram við málverjunum og vunnir bóltar í verjuni gjørdust altavgerandi í dystinum, ið var sermerktur av tveimum framúr góðum verjum.
Seinastu 8 minuttirnar skoraði hvørt álopið eitt mál í part, men eftirsum Ári Dam í hoyvíksmálinum sendi tveir bóltar beinleiðis í tómt mál eftir umráðandi bjargingar, gjørdist munurin júst 2 mál, og hoyvíkingar vunnu at enda 21-19.
In.fo hevði beinleiðis tekstafrásøgn, ið kann lesast niðanfyri:
21-19 til H71 - Dysturin er av! Hoyvíkingar eru føroyameistarar
29 min
Neistin vinnur bóltin men brennur. Hoyvíkngar eru føroyameistarar!
29 min
H71 tekur time-out. eini 50 sekund resta í. 21-19 til H71 og teir hava bóltin. Øgiligur rómur á hoyvíkingum
29 min.
Ári Dam tekur skotið frá Rasmusi
28 min.
Sigmundur Dahl verður vístur av vølli í 2 min. Nýtt álop til Neistan. Klokkan sigur 28:48
28 min
21-19 Neistin hevur bóltin, hondin er uppi. hálvurannar minuttur eftir
27 min
Ári bjargar. Tveir leikarar liggja eftir á. Torkil og Hans Kári. Teir reisa seg tíbetur aftur. 3 minuttir resta í og h71 hevur bóltin
26 min
Neistaverjan vinnur bóltin.
25 min
20-19 Nicholas bjargar og Pætur Mikkjalson skorar í skjótálopinum
24 min
Flott innspæl til neitastrikuna, men Ári Dam stórbjargaer
24 min
Neistin spælir 6 móti 6 nú
24 min
Neistin tekur time-out. 7 móti 6 spælið riggaði væl í fyrstu atløgu, men teir eru revsaðir tvær ferðir nú
24 min
20-18 Ári Dam sendur hann enn einaferð í tómt mál!
23 min
19-18 Ári Dam skorar í tómt mál. Neistin heldur fram við sjey monnum í álopinum
22 min
18-18 Rasmus avgreiðir brotskast eftir flott innspæl
21 min
18-17
Rasmus langar eitt skot í netið, men Andor Sivertsen svarar aftur úr spískum
48 min
17-16 Leivur Mortensen tekur av yvirtalsstøðuni
48 min
Rasmus fær tveir minuttir
48 min
16-16 Høgni javnar úr spískum
47 min
Neistin vinnur bóltin í verjuni
47 min
Neistin spælir við sjey monnum í álopi, og koma til møguleika. Ári bjargar.
45 min
Hoyvíkverjan stendur eisini stinn í tveimum førum, har tað ikki eydnast at taka av skjótálopsmøguleikanum. H71 tekur time-out. Líkt er til eitt sera tepurt seinasta korter.
44 min
Neistin hevur gott tamarhald á í verjuni
43 min
16-15 Neistin heldur fram at verja væl, og Høgni minkar um munin
42 min
Neistin missur bóltin, men rennur væl heim og fær vart fyri í fyrstu atløgu
41 min
Ári bjargar móti Rasmusi og tað sama ger Nicholas móti Peteri
40 min
16-14 Mark hepnast við standandi skoti
39 min
15-14 Rasmus Søby fintar seg púra frían
38 min
15-13
H71 verjur væl og skorar aftur í skjótálopinum
36 min
14-13 Rúni Vest Højgaard ger álopsvillu í skjótálopinum. Neistin sleppur við skrekkinum og tekur time-out. Ári Dam í hoyvíksmálinum hevur bjarga væl fyrstu løtuna, og hetta fær hoyvíkingar á odda
36 min
14-13 Leivur Mortensen skorar eftir skjótálop
35 min
13-13 Peter Krogh við langskoti
35 min
12-13 Rune Olsen skorar aftur av strikuni. Hoyvíkingar hava tað torført av honum
34 min
Neistin verjur væl og fær bóltin, missa hann í álopinum, men sama gera hoyvíkingar í skjótálopi sínum
32 min
12-12 Rune Olsen svarar skjótt aftur
32 min
12-11 H71 byrjar væl í verjuni, og Rúni skorar eftir skjótálop
30 min
11-11 Sigmundur Nolsø skorar væl av strikuni
30 min
10 -11 Annar hálvleikur er byrjaður. H71 hevur bóltin
Hálvleikur 10-11 til Neistan
Tað er aftur ein jøvn finala, men seinastu 10 minuttirnar ella so hevur Neistin havt munin. Verjan stendur sera væl, og loyvir bert langskotum, ið Nicholas ferð eftir ferð far fatur á. Var tað ikki fyri góðu byrjani hjá Jens á Skipagøtu í hoyvíksmálinum, so kundi sæð enn betri út hjá Neistanum.
Yvirhøvur ein hálva við tveimum sera góðum verju- og málverjuavrikum. Neistin tykist tó at vera eitt vet betri fyri í báðum førum.
Hallur Biskopstø hjá H71, ið fekk skaða undan dystinum, hevur spælt fleiri álop, men hann hevur ikki fingið so nógv burturúr í álopunum, sum hann hevði vónað .
Spennandi verður um H71 fær loyst álopsavrikið betri í seinnu hálvu, tí ein situr nú við kensluni av at Neistin hepnast við meira enn hoyvíkingar gera.
Í hálvleikinum sæst eisini Torkil Hentze royna seg við skotum, hóast hann fór skaddur av vøllinum í fyrra hálvleiki. Tað kann vera avgerandi um hann fær spælt meira.
30 min
10-11 Carl Herup skorar úr spískum, H71 fara fram og fáa fríkast tá tíðin fer. Peter skjýtur tað í málið!
29 min
9-10 Mark hepnast við standandi skoti. 30 sekund resta í
28 min
Neistaverjan stendur aftur stinn og vinnur bóltin. Hoyvíkingar verja fyri í fyrstu atløgu. Neistin tekur time-out.
26 min
Neistaverjan stendur sera stinn, men Neistin tekur ikki av skjótálopinum.
25 min
H71 tekur time-out. Nicholas er munurin á liðunum nú, hóast Jens í hoyvíksmálinum eisini hevur havt nakrar bjargingar at byrja við.
25 min
8-10 Nicholas fremur dupultbjarging og Carl Herup økir um munin.
24 min
8-9 Rune Olsen leggur Neistan á odda samstundis sum Peter Krogh verður vístur av vølli í tveir minuttir
23 min
Nicholas bjargar aftur
22 min
Nicholas í Neistamálinum fær fatur á nógvum nu. Neistin ger álopsvillu
22 min
8-8 Jónsvein Dulavík javnar við góðum skotið
20 min
8-7 Brotskast til Neistan og Bogi G. Davidsen verður útvístur. Rasmus avgreiðir
19 min
8-6 Rúni Vest Højgaard fer í skjótálop og skorar
19 min
7-6 Andor Sivertsen skorar av høgra vongi, hóast Nicholas treffur bóltin
18 min
6-6 Rasmus Søby javnar eftir góðari bjarging frá Nicholasi
17 min
6-5 Neistin heldur fast í undirtalsstøðuni
14 min
6-5 Mark Marcher skorar við flottum skoti afturum seg. Pætur Mikkjalson verður útvístur
14 min
5-5 Høgni javnar fyri Neistan eftir gott álop
13 min
5-4 Neistin fangar bóltin og Jónsvein Dulavík skorar í skjótálopið. Sigmundur Nolsøe svarar aftur alt fyri eitt
12 min
Torkil Hentze liggur við skaða. Tað sær álvarsligt út. Hann verður hjálptur av vøllinum
12 min
4-3 Jens bjargar aftur fríum møguleika
10 min
4-3 Mark Marcher við standandi skoti
9 min
3-3 Carl Herup Olsen við góðum hoppiskoti
8 min
3-2 Sigmundur Nolsøe skorar av strikuni
8 min
2-2 Torkil Hentze við renniskoti
7 min
2-1 Peter skorar aftur
6 min
Nicholas Satchwell stórbjargar av høgra vongi
5 min
1-1 Tróndur Kragesteen vinnur brotskast. Jens bjargar móti Høgna Zachariassen
4 min
1-1 Peter Krogh við langskoti
3 min
0-1 til Neistan Pætur Mikkjalson gerst fríur á strikuni
2 min
Rasmus Søby rakar stongina, Nicholas Satchwell bjargar í hinum endanum
1 min
Neistin steðgar H71-álopinum
0 min
Jens á Skipagøtu byrjar við stórbjarging frá strikuni
0 min
Arnar Dam og Gert Hansen gera fyrsti bríksli og Neistin gevur bóltin upp. So er finalan byrjað
5 minuttir til dystarbyrjan
Tronga Hoyvíkshøllin er stúvstappað av áskoðarum, nú leikararnir koma inn at verða uppróptir. Tað er ein øgiligur rómur og trupult er at hoyra nøvnini á leikarunum
25 minuttir til dystarbyrjan
Allir Neistamenn uttan skaddi Teis Horn Rasmussen hita upp og tykjast klárir.
Hjá H71 hitar Hallur Biskopstø upp, hóast hann varð sagdur at vera sera ivasamur. Afturat hesum hitar Bogi Gaard Davidsen upp. Hetta er óvæntað tí Bogi hevur verið skaddur alt árið, og hevur ikki spælt síðani fyrstu dystirnar í kappingarárinum.
Hilmar Leon Jakobsen og Pætur Thomsen hita ikki upp, hóast graml var um at hetta var ein møguleiki
45 minuttir til dystarbyrjan
Liðini byrja spakuliga at hita upp, og høllin er so at siga full av áskoðarunum, ið halda ein ógvusligan gang.
Undan dystinum
Klokkan 19.00 bresta H71 og Neistin saman í seinnu FM-finaluni hjá monnum.
Fyrra finalan endaði við javnleiki 25-25, og væntað verður at vit fáa eina eins javna finalu í dag.
Hetta er áttanda ferð at hesi bæði liðini hittast í hesum kappingarárinum og tríggir av hesum eru endaðir á jøvnum. Í landskappingini hava liðini vunnið hvør sín dyst, meðan H71 vann báðar dystirnar í steypakappingini.
Les eisini: Upptakt: Alt kann henda í mansfinalunum
Spennandi verður eisini um vit síggja Hilmar Leon Jakobsen á H71-liðnum. H71 hava kannað møguleikan fyri at hann fær spælt hóast skaða.
Les eisini: Hilmar Leon sum jokari í kvøld (Rás2)
Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum (trýst her) og KVF stroymir dystin (trýst her)