H71 er greitt oddalið aftaná heimasigur á Stjørnuni

Stjørnan trýsti H71 leingi í dystinum, men móti dystarenda koppaði tað til heimaliðið

27. november tapti Stjørnan tepurt 30-33 fyri H71 í KÍ-høllini í Klaksvík, har tað ikki glapp hjá H71 fyrrenn móti dystarenda.

 

Tað var nærum endurtøka av tí í kvøld, tá H71 vann 34-31 á Stjørnuni í Hoyvíkshøllini. Stjørnan var á odda 14-13 í steðginum, og liðini fylgdust til væl út í seinna hálvleik. Men seinastu løtuna vísti H71 seg at vera drúgvari, og hoyvíkskvinnum til rós, so hava tær vunnið nógvar tættar dystir í SMS-deildini seinastu tíðina.

 

Frásøgumaðurin hjá FM1 metti, at Maria H. Weyhe hjá H71 við 11 málum, og Teresa Eidesgaard, málverji hjá Stjørnuni vóru bestu spælararnir í kvøld. 

 

Komandi sunnudag klokkan 15 spælir Stjørnan á heimavølli móti StíF. Ein dystur sum kann fáa sera stóran týdning fyri kappingina um fjórða plássið. FM1 sigur ætlandi frá dystinum. 

 

H71-Stjørnan 34-31 (13-14)

 

Málskjúttar H71: Maria H. Weyhe 11, Guðrið á Borg 5, Elsa Egholm 4, Jana Mittún 4, Rannvá Olsen 4, Vár B. Zachariassen 3, Lukka Arge 2, Lív B. Zachariassen 1. 

 

Málskjúttar Stjørnan: Iulia Nalivko 6, Durita C. Jojic 6. Tóra Eliassen 4, Katrin Bertholdsen 3, Jancy Jacobsen 3, Durita L. Johansen 3, Joan Sørensen 3, Tóra Norðá 2, Oddvør Josephsen 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71103082436519
 NEISTIN112942425216
 KYNDIL102892305915
 STJØRNAN113352676812
 STÍF1126826268
 VB11228336-1082
 EB10184326-1422