H71 er nú oddalið

FTZ-Deildin: Við sigri í dag hevur H71 fyribils lagt seg á odda í landskappingini

Tríggir dystir hava verið í FTZ-deildini hjá monnum í dag. Á Skála vunnu hoyvíkingar 34-30 á StÍF, meðan bæði VÍF og Kyndil elta eitt atgongumerki til FM-finalurnar. Kyndil vann á KÍF í Kollafirði,m meðan VÍF vann í Vestmanna á Team Klaksvík.

 

H71 hevur við sigrinum yvirhálað Neistan, sum hevur frívikuskiftið. Neistin tapti mikukvøldið fyri VÍF. Hoyvíkingar deildu málini væl sína millum. Stórskjúttarnir Peter Krogh og Mark Marcher fingu bara trý mál tilsamans, meðan Rúni Vest Højgaard og Sigmundur Nolsø skutu hvør síni átta mál.

 

Í Kollafirði skoraði Hans Eli Sigurbjørnsson heili 14 mál fyri KÍF, men tað var ikki nokk til at vinna dystin. Kyndil, sum nú er uttan Tummas Paula Hanusarson og Eirk Simonsen, vann dystin 34-30. Kyndil er sjey stig frá øðrum plássinum og hevur spælt ein dyst færri.

 

Í Vestmanna vann heimaliðið 37-30. Heldur ikki her sloppu stórskjúttarnir framat. Filip Jojic fekk fimm mál fyri VÍF, meðan Sámal á Tjarldafløtti fekk trý fyri Team Klaksvík.

 

Úrslit og málskúttar frá FTZ-deildini í dag:

KÍF-Kyndil: 28-34 (15-19)

KÍF: Hans Eli Sigurnjørnsson 14, Magnus Muller 7, Karstin í Húsinum 2, Atli L. Hammer 1, Vilhelm Magnusen 1, Fríði Weyhe 1, Rúni Joensen 1, Ási Dam 1

 

Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 10, Bartal K. Olsen 6, David Edvardsen 4, Jóni G. Viderø 3, Rógvi Dal-Christiansen 3, Høgni K. Olsen 3, Ólavur av Fløtum Mittún 2, Rókur Akralíð 2, Heini Edvardsson 1

 

StÍF-H71 30-34 (16-18)

StÍF: Sveinur Justinussen 7, Allan Norðberg 7, Jóannes Prestá 5, Marius Joensen 4, Pætur Ó. Johansen 3, Borgar Persson 2, Djóni J. Petersen 1, Jógvan G. Joensen 1

 

H71: Rúni Vest Højgaard 8, Sigmundur Nolsø 8, Levur Mortensen 4, Peter Krogh 4, Hallur Biskopstø 3, Ári Dam 2, Sigmundur Dahl 2, Andor Sivertsen 2, Mark Marcher 1

 

VÍF-Team Klaksvík 37-30 (18-13)

VÍF: Andrias Eriksen 7, Sjúrður Olsen 6, Filip Jojic 5, Johan í Garðastovu 4, Bjarti Hansen 4, Hallur Árason 3, Miki Duko Sørensen 3, Julian Olsen 3, Agga í Garðastovu 1, Mladen Mjerimacka 1

 

Team Klaksvík: Ludvík Súnason 12, Jens Pauli Mohr 5, Beinir Johannesen 3, Vilhelm Vilhelmsen 3, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Hørður F. Sigtórsson 3, Dánjal Kjærbo 2

 

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71 174454281725
 NEISTIN 164183665224
 VÍF 164784641418
 KYNDIL 153823622017
 TEAM KLAKSVÍK 18437485-4814
 STÍF 17463476-1311
 KÍF 17428470-427