H71 fer ikki at endurvinna føroyameistaraheitið. Tað fingu hoyvíkingarnir staðfest í síni egnu borg seinnapartin í gjár, tá teir taptu við einum máli móti Kyndil í einum dysti, sum teir ikki høvdu ráð at tapa.
Fyri steðgin var Kyndil greitt omaná, men hoyvíkingar togaðu seg aftur í dystin, og seinastu 20 minuttirnar var munurin sera lítil. Men tað eydnaðist ongantíð heimaliðnum at vinna seg upp á javnleikin, og tí mugu teir ásanna, at teirra leiklutur í kappingini um føroyameitaraheitið er av.
Kyndil vísti fyrimyndarligan stríðsvilja í stórum løtum av dystinum. Teir vóru treiskir og ágrýtnir og góvu hoyvíkingum einki annað val enn at renna aftaná.
Kyndil tevjar nú aftur finalupláss. Komandi vikuskifti fáa sigursvandu havnarmenninir vitjan av StÍF. Fyrst og fremst noyðist Kyndil at fáa hjálp frá grannunum úr Neistanum, sum skal vitja VÍF. Vestmenningar mugu tapa sín dyst, um hini liðini yvirhøvur skulu hava møguleikan at vinna seg í finaluna.