Enn hevur kappingarnevndin hjá HSF ikki tikið støðu í málinum. Og enn vil dómarafelagið ikki úttala seg um, hvørt dómararnir í dystinum millum StÍF og H71 gjørdu rætt í samband við umstrídda time-out´ið í dystinum mikukvøldið.
Fordømi av Skála
Men sambært fordømi úr júst høllini á Skála, so er lítil ivi um, at dómararnir tóku røttu avgerðina, tá teir valdu at steðga álopi hjá H71, fyri síðani at geva strandingum nýggjan álopsmøguleika. Hetta tí teir høvdu biðið um time-out í undanfarna álopinum. Eitt time-out, sum hvørki dómarar ella leikarar hoyrdu nóg tíðliga vegna nógva gangin í høllini.
Í mars tapti StÍF avgerandi dyst móti Neistanum, men eftir dystin var tað serliga ein líknandi hending sum tann mikukvøldið, ið fekk umrøðuna.
StÍF kærdi tó ikki hendingina, men teir kannaðu málið, og boðini vóru greið, tá teir spurdu norska dómarafelagið um, hvussu time-out reglan skal skiljast, um so er, at dómararnir ov seint síggja, at biðið er um time-out.
»Floytuljóðið frá tíðtakara/skrivara steðgar í prinsippinum dystinum, og alt tað, sum hendir eftir hetta, verður ógildað, tó undantikið persónligar revsingar. T.v.s. gul kort, útvísingar v.m.«
Sostatt tykist lítil ivi vera um, at dómararnir mikukvøldið tóku røttu avgerðina, og at strandingar tí kunnu fyrireika seg til finaludyst annað vikuskiftið.
Men hinvegin siga reglarnar hjá Dansk Håndboldforbund, at eitt lið, ið hevur bóltin, og sum einki skeivt hevur gjørt, soleiðis sum tað var við H71 mikukvøldið, ikki kann missa bóltin aftur. Tað var annars tað, ið dómararnir gjørdu mikukvøldið, tá ið teir steðgaðu H71-álopinum, tóku time-outið og góvu StÍF nýtt álop.
Enn er tó eingin avgerð follin í málinum. Kappingarnevndin skuldi hava fund seinnapartin í gjár, eftir at blaðið var farið til prentingar.