Áskoðararnir hjá H71 ætla at gera sítt til at stuðla besta mansliði felagsins, so neyðugt verður við trimum finalum, nú VÍF og H71 dystast um FM-heitið.
Í dag verður spælt í Vestmanna klokkan 18.30, og longu klokkan 14 savnast fólk í fimleikahøllini í Hoyvíkar skúla, har andlitsmáling og onnur upphiting er á skránni.
Bussar koyra úr Hoyvík klokkan 16.30, og á Facebook-vanganum hjá felagnum verður heitt á fólk um at siga frá, um tey ætla sær við. Hetta so tað er lættari at meta um, hvussu nógvum bussum tørvur er á, tá kósin verður sett móti Vestmanna.