H71 hongur í

Við sigri á Team Klaksvík halda hoyvíkingar fast í møguleikanum fyri finaluplássi

Møguleikin er ikki stórur, men hann er framvegis til staðar.

 

Við sigri á Team Klaksvík í dag hildu hoyvíkingar í øllum førum fast um lítla møguleikan at vinna seg í FM-finaluna í manshondbólti.

 

Fyrsta lítla korterið í dag fylgdu klaksvíkingar við, men so leyp H71 avstað, og teir hildu seg støðugt eini seks-sjey mál framman fyri gestirnar.

 

Við sigrinum hevur H71 23 stig, nú tríggir dystir eru eftir at spæla. KÍF hevur 29 stig, VÍF 27 og StÍF hevur 25 stig.

 

Besti málskjútti hjá H71 var Rúni Højgaard við seks málum. Sámal á Tjaldrafløtti skoraði níggju av málunum hjá Team Klaksvík.

 

H71-Team Klaksvík 33-27 (16-10)