H71 í hálvfinaluni

Sum væntað vann besta liðið hjá H71 trygt ímóti sínum eykaliði.

Tað einasta, ið H71 skuldi gera fyri at vinna sær sæti í  hálvfinaluni í Coca Cola-steypakappingini hjá monnum, var at vinna ímóti sínum egna eykaliði. Hesi liðini hittust í Hoyvíkshøllini fyrr í kvøld.

 

Les eisini: H71 ímóti H71

 

H71 vann trivaligan sigur ímóti H71 2, sum spældi í hvítum blusum. Endaliga úrslitið gjørdist 42-24 til H71. H71 uppbygdi sær skjótt eina trygga leiðslu, ið stutt og støðugt øktist sum dysturin fráleið. Fleiri av føstu leikarunum hjá H71 spældu lítið og onki í einum dysti, sum fer í søgubøkurnar sum ein av tí meira linliga slagnum.

 

Støðan í bólki 1 er tann, at H71 endar á fimm stigum og er komið víðari. Síðani hevur StÍF trý stig og Kyndil tvey stig. Júst hesi bæði liðini hittast leygardagin á Skála, har Kyndil er noytt at vinna, um grøna høvuðsstaðarfelagið ætlar sær víðari í hálvfinaluna.

 

H71 2 endar á aftasta plássi í bólkinum við ongum stigi.