H71 kom afturíaftur

Hoyvíkingar vóru betra liðið fyri steðgin, men mundu mist alt, tá strandingar av álvara gjørdu vart við seg í seinna hálvleiki

Síðstu tvey árini hevur H71 verið annað av FM-finaluliðunum, og burtur úr tí er komið eitt føroyameistaraheiti, og hóast tað verri enn so alla tíðina sá so sannførandi út, kundi mangt bent á, at hoyvíkingar eisini í vetur fara at stríðast fyri at koma í triðju FM-finaluna upp í slag. Men dysturin á Skála í gjár vísti somuleiðis, at tað fer ikki upp á nakran máta at koma av sær sjálvum.
Samstundis er eisini líkt til, at strandingar eru við at fóta sær aftur eftir nøkur lakari ár. Gamaní, komu teir í steypafinaluna í fjør, men annars hevur verið so sum so við teimum drúgvu løtunum á tindunum seinnu árini. Men í gjár fekk StÍF víst, at tað saktans kann blíva stuttligt á Skála og Strondum í vetur.
Eftir eina javna byrjan, var H71 betra liðið í fyrra hálvleiki og var eisini á odda við fýra málum í steðginum. Men í seinna hálvleiki svaraði StÍF væl aftur og megnaði bæði at taka leiðsluna aftur og fara framum. Leingi lá tað tí til, at strandingar saktans kundu byrja hetta kappingarárið við einum kveikjandi heimasigri.
Men so skuldi ikki verða, tí ímóti endanum kom H71 afturíaftur og fekk skavað stigini inn undir seg við at vinna við bara einum máli. Ein góður sigur hjá hoyvíkingum, ið kanska ikki altíð fær so nógv burturúr á Skála, samstundis sum tapið neyvan bara var eitt vónbrot fyri StÍF, tí liðið fekk víst, at tað kann fara at standa seg væl í vetur.