H71 koyrir bara á

Enn einaferð lagaðu úrslitini seg til fyrimun fyri oddaliðið. Og enn einaferð gjørdu hoyvíkingarnir sína skyldu

Hondbóltur

Hondbóltsfepurin í Hoyvík fekk enn kvink upp eftir um vikuskiftið. Leygardagin var H71 í høllini í Hálsi, har botnliðið úr Neistanum ikki fekk gjørt stóvegis við alt sjónligari FM-ætlanirnar hjá H71.

Skjót avgreiðsla
Tað var skjótt, at hoyvíkingarnir settu seg á dystin sunnudagin. Neistin fekk spælt við í lítla løtu, áðrenn ferð varð sett á, og tá kom munurin millum liðini veruliga til sjóndar. Í álopspartinum var skotstyrkin hjá H71 nakað nógv størri, enn er hjá flestu av hinum liðunum. Og í verjuni er talan eisini um stórar menn. Somikið stórar, at unga Neista-liðið sjáldan fekk sett seg ígjøgnum á nakran sum helst hátt.
Seinna hálvleiki fór sorlið av álvara at lúra, tá H71 fyrsta korterið vann seg upp á 25-14. Orkan og hugurin til áhaldandi at trýsta mótstøðuna í botn var tó ikki nóg stór, og seinastu løtuna slapp Neistin so aftur at fylgja við, uttan at hetta tó nervaði útfallið av dystinum.

Liggja væl
Við sigrinum lyfti H71 seg leygardagin trý stig fram um næstu liðini á talvuni, og tann munurin stóð við eftir dystirnar sunnudagin.
Tí er einki at ivast í, at hvíta høvuðsstaðarfelagið nú er stórfavorittur at vinna sær annað av plássunum í FM-finaluni. Men samstundis ásanna tey í Hoyvík, at arbeiðið enn er so langt ífrá liðugt. Komandi vikuskiftið hevur liðið frí, men eftir hetta verður talan um tveir dystir, sum væl kunnu staðfesta, hvørt felagið nú á 25. ári loksins kann trína á ovastu tindarnar í føroyskum manshondbólti. Kyndil á Hálsi og VÍF í Hoyvík eru dystirnir, sum av alvara skulu prógva, hvussu knoturnar eru í hovyíkingunum.

Fakta um dystin
Neistin-H71 23-34 (10-15)
Málskjúttar
Neistin: Trondur Kragesteen 5(1), Blagoje Buha 4, Kári Horn 4, Carl Herup Olsen 3, Jens Mohr 2, Birgir Poulsen 2, Karl Oddmar Rasmussen 2, Jóhan Brekkstein 1
H71: Piti Negru 8, Halgir Dahl Olesen 5(1), Bjarni Sørensen 4, Tróndur Vatnhamar 4(2), Johnny Durhuus 3, Jakob Jónsson 2, Janus Sørensen 1, Poul Kjartan Dam 1, Olaf Vesturgarð 1
Brotskøst: Neistin 2, H71 4
Útvísingar: Neistin 6, H71 3
Dómarar: Hartvig Joensen & Kristian Johansen.