H71-kvinnur aftur út í Europa

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur aftur í europeiska eldin, tá tær skulu spæla áttandapartsfinlur móti sponsku Atletico Guardés

Mynd: (Sverri Egholm/Portal.fo)

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur aftur í europeiska eldin, tá tær skulu spæla áttandapartsfinlur móti sponsku Atletico Guardés. Dystirnir verða leygardagin og sunnudagin í spanska býnum A Guarda, báðar dagarnar klokkan 18.00, føroyska tíð.

 

Talan er um sterka mótstøðu og standa sponsku kvinnuliðini seg vanliga væl í europeisku kappingunum. Liðið hevur tveir portugisiskar landsliðsspælarar og hava nærum allir spælararnir spælt ungdómslandsdystir fyri Spania. Atletico Guardés hevur seinastu mongu árini gjørt seg galdandi í toppinum av bestu sponsku deildini og liggur í løtuni nummar 9. Liðið var spanskur meistari í 2017.

 

- H71 og spanska felagið Club Balonman Atletico Guardes eru komin ásamt um at spæla báðar dystirnar í European Cup kappingini í Spania. Hetta var tann fíggjarliga skilabesta avtalan, og hóast vit altíð fyrst og fremmst ynskja at spæla heima, so mugu vit taka fíggjarlig atlit í sambandi við okkara altjóða luttøku, skrivaði H71 í desember mánaði í fjør.

 

Býurin A Guarda liggur í landslutinum Galisia, við vesturstrondina í Spania, tætt við markið til Portugal. Føroyska liðið ferðast hósdagin til Keypmannahavnar og víðari til Porto fríggjadagin, har tær so koyra við bussi yvir um markið til Spania.

 

Mynd: (Sverri Egholm/Portal.fo)